Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Stór grind legði beinini í Hvalba í gjár og øll húsarhaldini í oynni fingu sín part. Ein gleðisdagur og matur kom á borðið til ung og eldri.

Í dag er veðrið av tí allar fagrasta. Sólin skínur og eitt sindur av pollarmjørka er.

Fyri eystan sæst Gøtunes sigla inn eftir Trongisvágsfjørði, væl fermdur av makreli, sum aftur gevur tiltrongt arbeiðið til arbeiðsfjøldina og harvið inntøkur til vælferðarsamfelagið.

Tað er tó ikki einans gleði at hóma, tí fyri endan á kaikantinum hevur Tjaldrið ligið á lúr síðani í gjár. Klárt at leypa á við revsing og sektaruppskotum og øðrum álvarsligum háttanum.

Við neyð og deyð bleiv loyvið givið til at pumpa ímillum skip í føroyskum sjógvi. Tað hjálpir tó lítið, tá at kallað allir hesin fiskiskapurin, íløtuni, gongur fyri seg í altjóða sjógvi. Ístaðin fyri at finna eina loysn, hevur Vørn sett sær fyri, at revsa føroysk skip, sum royna at bera soleiðis at, at góðskan á føroyska tilfeinginum er so góð sum gjørligt, tá hon kemur til lands.

Tað er, í verandi løtu, einasti hátturin at halda fiskin so feskan sum gjørligt og góðskuna so góða sum gjørligt.

Tað eru longu fleiri vikur síðan, at vit hoyrdu um hendan trupulleikan, og at Vørn onga ætlan hevði at tillaga seg, soleiðis, at tað eisini verður givið loyvi í altjóða sjógvi. Siglitíðin er longur og tí hevur tað enn størri týdning, fyri at bjarga ovurhonds stórum føroyskum samfelagsvirð.

Vørn sigur seg halda seg til lógina og teirra tulking av henni. Tí má fiskimálaráðið gera sítt til at fáa steðga hesum ørskapinum. Endamálið hjá Vørn eigur at verða endurskoðað, tí tað tykist stirvið og í verandi løtu forðar fyri vinnuligum framburði og  ikki forðar fyri at samfelagsvirðir fara fyri skeytið.

Hvussu raðfestir Vørn? Vit, sum brúka nógva tíð á fjørðinum á Tvøroyri, vita, at tað virkar sum um næsthægsta raðfestingin hjá Vørn er at liggja og stima eftir kappróðrarbátum og gleðast yvir, at geva ungum rógvarum 1000kr í bót, um einstakur rógvari av misgávum hevur gloymt sín vest.

Tað er alment kent, at bæði russar og íslendingar fiska svartkjart í føroyskum sjógvi, á stødd við lítlafingur, men hesir fáa at kalla fríar teymar. Men føroyingar, sum einans vilja tað besta fyri Føroyar og kappróðrarmanningar sum hava gloymt radarrefleksið, esskarið ella ein vest, har fellur hamarin hart og beinanvegin.

Eg veit ikki, men eigur tað veruliga at vera tað, ið skattakrónirnar, sum máttmikli stovnurin Vørn ræður yvir, skulu fara til? Landstýrismaðurin má beinanvegin koma inn aftur á banan og vera við at fáa greiðu á hesum álvars málið.

Tílíkir stovnar mugu fáa álagt av politiska myndugleikanum at finna loysnir, sum tæna tí føroyska samfelagnum fyrst og fremst.

Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo