Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Elinborg er aftur við nýggjum tónleiki. Lagið ber heitið ‘’Vón mín’’ og er annað staklagið av komandi útgávu hennara, sum verður útgivin í Septembur.

Elinborg sigur soleiðis um nýggja lagið:

- Hetta var tað síðsta lagið eg skrivaði til mína komandi útgávu, og lagið handlar um at finna tað menniskja, sum ber tey pettini fyri ein, sum man ikki sjálvur megnar at bera, og eg ynskti at seta orð á kensluna, endiliga at hava funnið tryggleika, saman við einum øðrum menniskja. Framleiðslan av lagnum tók skap eina nátt, í míni lítlu íbúð í Keypmannahavn, har eg og Eivør settu okkum við hesum lagnum, og tað var har alt byrjaði, við eini systraløtu á Oyrasundi.

Lagið er framleitt saman við Eivør, og Trónda Bogason, og tekur lurtaran við á eina droymandi ferð ígjøgnum eina myrka, kensluborna, men eisini vónríka ljóðmynd.

Lurta eftir "Vón mín" her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo