Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi ger vart við seg við jøvnum millumbilum, og hevur viðgjørt radarmálið í fleiri greinum, síðan Edmund Joensen var við til at samtykkja Kapasitetspakkan, seinast nú um dagarnar.

Retorikkurin er tann sami hvørja fer. Russland er okkara stóri fíggindi, meðan NATO-londini eru okkara vinir. Hetta er sami retorikkur, sum vit hoyra frá donskum politikarum.

Sum sambandsmaður, má Edmund Joensen sjálvsagt halda seg væl við vinfólkini á Christiansborg. Annað hevði verið óhugsandi, tað liggur líkasum í blóðinum. So mugu føroysk áhugamál víkja.

Edmund Joensen hevur gingið við húgvuni í hondini í áravís og biðið vinirnar um at fáa eina fríhandilsavtalu í lag ímillum Føroyar og Danmark/ES, men hevur enn onki fingið burturúr.

Hví ikki krevja fríhandil frá Danmark/ES afturfyri radaran, so vit fáa javnbjóðis møguleikar við hesi á handilspolitiska økinum. T.v.s. at vit kunnu selja somu vørur tollfrítt til Danmarkar, sum Danmark í áratíggjur hevur selt tollfrítt til Føroyar.

Eg kann endurtaka tað, sum eg áður havi nevnt, og sum fólk tykjast at hava gloymt.

Tað vóru vestanlondini í ES, sum fyri fáum árum síðan viðgjørdu Føroyar sum ein terrorstat, tí vit kravdu okkara rætt á fiskivinnupolitiska økinum.

Ætlanin var at tvinga føroyska búskapin í knæ, men hetta eydnaðist ikki, m.a. tí vit høvdu Russland sum okkara samstarvspartnara, bæði á fiskivinnu- og handilspolitiska økinum.

Fyri at lýsa ein part av samstarvinum við Russland, kann eg nevna, at tríggjar av okkara stóru fiskivinnufyritøkum, Enniberg, Framherji og JFK, hava stóran part av sínum virksemi í russiskum øki í Barentshavinum.

“Bandittarnir”, diktaturið í Kreml, sum Edmund Joensen nevnir russarar, tryggjaðu, at hesar fyritøkur kundu halda áfram við sínum virksemi í Barentshavinum undir makrelstríðnum, tá NATO-landið Noreg ikki vildi gera fiskivinnuavtalu við Føroyar.

Enniberg, Framherji og JFK gera í løtuni risa íløgur í nýggjar verksmiðjutrolarar, sum m.a. eru grundaðar á okkara samstarv við Russland á fiskivinnuøkinum.

Vónandi kunnu vit framhaldandi tryggja hesum fyritøkum, sum hava stóran týdning fyri føroyska búskapin, hetta grundarlagið, hóast framstandandi føroyskir politikarar skýra Russland fyri bæði eitt og annað.

Eg kundi hildið áfram at lýst samstarvið við russar, men tað kann verða eina aðru ferð.

Tað er betur at hava “diktaturið í Kreml” sum okkara viðspælara á fiskivinnupolitiska økinum her í Norðuratlantshavinum, enn sum okkara fígginda.

Føroyar skulu ikki býta heimin upp í vinir og fíggindar.

Vit skulu hava gott samstarv við øll heimsins lond, eisini stórveldini USA, Russland og Kina.

Tá ið Danmark vil hava loyvi til at seta ein radara upp í Føroyum, skulu vit krevja at fáa javnbjóðis møguleikar á handilspolitiska økinum afturfyri.

Alt annað er óhoyrt og ber brá av vantandi virðing fyri sær sjálvum.

Soleiðis hevur tað altíð verið.

Christian Andreassen lýsir tað so væl í einari grein á Vágaportalinum í dag.

Listin var langur av tí vit fingu afturfyri, tá radari á sinni var settur upp á Sornfelli. Tá høvdu Føroyar onki skipað samstarv við Russland.

Heimurin er onki broyttur í so máta.

Nú vit skriva 2022 verða trygdarpolitikkur og handilspolitikkur framhaldandi knýttir tætt saman.

Tí skulu vit krevja nakað fyri nakað.

Jacob Vestergaard
næstformaður í Uttanlandsnevndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo