Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað var Winston Churchill sum segði, at kapitalisman er tann næstringasta marknaðarskipanin sum er til. Tann ringasta er alternativið, segði hann.

Tað kann vera nakað um tað. Men skal kapitalisman fungera, so er tað ein treyt, at tað sum ikki kann standa skal falla. Verður likviderað eirindaleyst og uttan himpr fyri at avmarka skaðan. Rovini verða lutað út til kravánararnar, og tey sum hava reint mjøl í posanum sleppa hereftir undan kapping frá teimum, sum ikki halda spælireglurnar.

Men í Føroyum er tað eitt sindur øðrvísi. Forholdini eru smá. Øll kenna hvønn annan, og tað er synd í fólki.

Nakað herfyri avdúkaði ein av miðlunum ein føroyskan býráðspolitikara, sum skyldaði í eyst og vest. Sum við beráddum huga livdi yvir evni og bara lat vera við at gjalda sínar rokningar. Kreditorlistin var alinlangur. Men hví slapp hann tað? Tja, hetta eru Føroyar og forholdini eru so smá. Tað er synd at válka sær í slíkum, segði onkur.

Sjálvandi eru tað viðhvørt umstøður sum gera, at onkur kemur illa fyri, og ikki kann lastast. Men tað munnu vera tey fægstu. Í útlandinum eru ratingfyritøkur sum skráseta vánaligar gjaldarar. Sum liva av at verja ímóti teimum, sum ikki hava erligar intentiónir. Men í Føroyum er tað ein almennur loynidómur, hvørjum ein eigur at varða seg fyri at geva kreditt.

At gera tað til sítt livibreyð at snúgva sær undan at halda sínar skyldur er onki annað enn markleysur frekleiki.

Tað er tað eisini at bera í bøtuflaka fyri slíkum.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo