Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Málið um miðlastuðulin sum var játtaður til sendingina Skannarin sum dimma.fo hýsti, og sum Miðlahúsið ikki sum ætlað fekk fingarnar í tá tað svølgdi Dimmalætting, hevur útviklað seg til eina meira at kalla tragikomiska farsu, nú javnaðarkennarin í stjórastólinum hjá javnaðarmiðlinum ikki fekk tað uppá sín máta.

Eins og vit áður hava sæð er ongin endi á ídninum at siga frá og útrópa syndarar og brotsfólk, tá egin áhugamál skulu pleygast.

Stóri spurningurin er eftir øllum at døma ikki um sendingin, sum pengarnir vórðu játtaðir til, kemur út til tann sum hevur goldið fyri hana, men um tað er Per ella Pól sum hýsir henni.

Tað er tankavekjandi og vísir støðið sum hetta sum skal eitast at vera flaggskipið hjá privatu miðlunum eftir øllum at døma arbeiðir á. Er meiningin ikki at brúka pengarnar uppá at gera eina so góða sending sum tilber?

Sjaldan man nakar hava leikað so nógv í um nakað so lítið, so hvat man búgva undir?

Kanska vísir hetta júst, at henda skipanin við miðlastuðli í besta føri er ikki betur enn næstbest.

Vit á VP hava fleiri ferðir víst á, at tað í ringasta føri kann virka beinleiðis korrumperandi at blaka pengar eftir eini vinnu uttan at krevja nakað ítøkiligt afturfyri. At tað er journalistyrkið sum tað í hesum føri snýr seg um fær ein at ógvast enn meira og undrast yvir tøgnina frá øðrum miðlum.

Er tað sjón fyri søgn sum vit nú uppliva?

Eins og vit áður hava sagt, so er tað einasta rætta at tað almenna brúkar miðlastuðulspengarnar til at seta á stovn ein líkinda miðil við eini kompetentari redaktión, leys av øllum fíggjarligum áhugamálum, sum kann geva KvF mótspæl.

Kanska er tað mjørkatos og kanska er tíðin ikki búgvin.

Men tað man fara at verða endin.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo