Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Eitt uppskot hjá landsstýrismanninum í almannamálum um at lata "pengarnar fylgja barninum" hevur fingið bæði fakfeløg og politikarar upp úr stólinum.

Uppskotið snýr seg um at foreldur, sum ikki koyra sítt barn á stovn, men heldur ansa tí heima, kunnu fáa eina samsýning fyri tað frá tí almenna. Logikkurin er, at vit øll gjøgnum skattin kortini gjalda fyri barnaansing. Men skalt tú hava nakað fyri krónurnar, so skal barnið á stovn.

Tey gomlu høvdu helst vent sær í grøvini, høvdu tey hoyrt. Enn liva fólk, sum ongantíð á ævi síni hava fingið útgoldna eina løn. Heimið var teirra arbeiðspláss. Og so løgdu tey til rættis eftir tí.

Og hvat kann vera meira natúrligt enn at foreldur taka sær av sínum egnu børnum, kundi ein spurt.

Men ætlanirnar hjá landsstýrismanninum fáa nógvar atfinningar. Ein múrur av fakfeløgum ávara um álvarsligar avleiðingar. Og andstøðupolitikarar syngja í sama kóri.

Tey atfinningarsomu halda, at uppskotið fer at gera, at serliga mammurnar fara at velja arbeiðsmarknaðin frá, og tað fer at kosta teimum dýrt í síðsta enda. Millum annað tí tær fara ikki at spara nóg nógv saman til sína eftirløn.

Men hetta snýr seg fyrst og fremst um børnini. Og hvat foreldrini halda vera best fyri síni egnu børn og familjuna. Frælsi til at velja. Ber til at vera ímóti tí? Um so er, at uppskotið seinni vísir seg at hava ringar og ótilætlaðar avleiðingar, ja so má byrgjast upp fyri tí á annan hátt.

Hetta snýr seg hvørki um eftirløn ella arbeiðspláss men um barnsins besta. At geva foreldrunum ein møguleika at gera, sum tey meta best. Tey eru vaksin fólk, og duga at umsita frælsið til at taka avgerðirnar. Og avleiðingarnar av egnum avgerðum.

Politikarar taka inn pening og býta út. Umfordeila. Vit kunnu ikki velja, um ein partur av okkara skattakrónum skal brúkast til at fíggja kommunala barnaansing. Tað bestemma politikararnir. Og í onkrari kommunu er tað "ókeypis" fyri foreldrini at hava børnini á stovni.

Tað eigur at kunnu bera til í einum framkomnum landi sjálv/ur at velja hvat er best fyri teg og tíni.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo