Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað kennist ein líkasæla millum manna. Ein metaltroyttheit, sum onkur segði. Vit hava fingið nóg mikið av øllum hesum við korona. Avmarkingum, skerjingum og sakni.

- Púra óneyðugt, hoyrist viðhvørt. Vit vilja hava tað lívið aftur, sum vit vóru von við. Ikki minst nú, tað stundar til jóla við øllum tí sum har til hoyrir.

Tað er sum um, at tilmælini ikki rína við. Og tað er sum um, at myndugleikarnir hveppa seg við at koma við fleiri áminningum. Kanska politiska støðan ger sítt til, at so er, hvør veit.

Men eitt er vist.

Tað sígur saman um til tað fullkomna ódnarveðrið, tann perfekta stormin, um heilt illa vil til.

Tí samstundis sum Omikron frábrigdið av korona virusinum sigst geva eina nógv mildari sjúkugongd, og vit síggja nógv dømi um tað - "harraguð hatta var bara sum ein vanlig influensa", hoyrist mangan í hesum døgum - so kunnu vit eisini staðfesta, at tølini fyri smittu eru øðilig, og bara tykjast kenna ein veg. Støddirnar verða næstan bíbilskar, um tað ikki eydnast at bremsa.

Verða so nógv fólk smittað hvønn dag, so veksur talið á teimum, sum hóast alt noyðast at fáa hjálp frá heilsuverkinum eisini lutfalsliga. Og tá vit eru mitt í tí, er ov seint at handla. Tað má gerast nú.

Helst eru júst hesir næstu dagarnir, við stórum tali av jólagestum, sum koma til landið hvønn dag, teir allar týdningarmestu í allari tíðini síðani sóttin byrjaði. Ongin av okkum, sum liva í dag, hava enn roynt støðuna við einum ovbyrjaðum heilsuverki. Lat okkum ikki gloyma tað.

Ein enskur lækni, sum í sjónvarpi varð spurdur hvørji vórðu bestu ráðini komandi tíðina, segði, at tað var at lurta eftir fakkunnleikanum.  At verja seg og samfelagið við at lata seg koppseta og annars fylgja boðum og tilmælum um frástøðu og reinføri.

- Vit mugu ikki koma í ta støðu um nøkur ár, at vit bert mugu staðfesta at tað var nógv, vit kundu havt gjørt øðrvísi, men sum vit ikki vildu gera, og tí bleiv støðan so ljót, sum hon bleiv, vóru orðini.

Nú er tíðin at gera tað rætta.

At vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo