Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað var fyrrverandi borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, sum var fyrst frammi við tonkunum um at SEV, sum allar kommunurnar í Føroyum eiga í felag, átti at latið teimum kommunum, sum lata lutfalsliga nógv til felagsskapin eina samsýning fyri tað.

Og tað er kanska ikki so undarligt, at tað var hann sum segði tað, tí júst Vestmanna man vera vøggan hjá SEV. Tað var har hugsjónarmaðurin Ólavur á Heygum óbeinleiðis legði lunnarnar undir tað, sum seinni bleiv SEV. Men tað er synd at siga, at nakað sæst aftur í Vestmanna í dag uttan inntriv í náttúruna.  

Seinni hevur eisini borgarstjórin á Eiði verið frammi við líknandi tonkum, og heldur ikki har situr skeggið langt frá høkuni, tí Eiði er eisini ein bygd sum letur nógv. Men eisini á Eiði er trupult at fáa eygað á ágóðarnar, sum lokalsamfelagið hevur fingið burturúr at lata so nógv til felagsskapin.

Sjálvandi eru argument fyri og ímóti.

Men tað er í øllum førum ein sannroynd, at tey inntrivini sum vera gjørd úti um landið eru ógvuslig og ávirka lív og livilíkindi hjá fólki har. Tey lata lutfalsliga nógv uttan at fáa nakað sum munar afturfyri.

Tá SEV ger stórar íløgur, so verða tær avskrivaðar yvir langa tíð, og tí verður ein møgulig fíggjarlig afturbering skjótt ein lítil partur av samlaðu verkætlanini.

Tí hevði tað eisini verið ein hóskandi gestus frá SEV at sett sær fyri at ganga ynskjum hjá eitt nú vestmenningum á møti, nú ætlanir eru um uppaftur nógv størri inntriv í náttúruna har enn tey sum longu eru. At sýnt vælvild og verið ein aktivur viðleikari heldur enn at skáka sær undan.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo