Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú ætla tey, at fiskurin sjálvur skal finna vegin fram til døgurðapottin. Og tað skal onki kosta.

Tankin er sum skilst, at eftirsum fiskurin, ið enn sum áður svimur í sjónum kring Føroyar er so ríkiligur í meingi, so átti at borið til hjá øllum at fingið burtur av, so at siga. At fingið eitt kók har og tá tørvur er á tí. Matvørutrygd eitur tað, og tað skal vera ein mannarættur, at fiskurin sjálvur ókeypis finnur fram til pottin.

Ikki tí - tað er sjálvandi ein glasiligur tanki. Og tað ber heldur ikki til at síggja burtur frá, at tað er nakað gamalt og siðbundi føroyskt yvir tí. Øll skulu fáa part, júst sum vit kenna tað frá grindini.

Men tað er eisini gamalt føroyskt, at søtur er sjálvgivin biti. At vit grundleggjandi sjálvi hava ábyrgdina av okkum sjálvum og av, at matur kemur á borðið. Og at vit taka avleiðingarnar av teimum avgerðum og valum, sum vit gera her í lívinum.

Og so er tað sum kunnugt heldur onki sum eitur ein ókeypis máltíð. Onkur onkunstaðni skal gjalda. Og ein freistast at halda, at tað sum vit í hesum førinum koma at gjalda fyrst og fremst er, at ein partur av føroysku matmentanini fer fyri bakka. At letin og krevjaramentanin sleppa at vinna fram, ímeðan dygdir sum sjálvbjargni og vitanin um, at rættindi koma við skyldum og at onki kemur av ongum, fara at tapa.

Sum útróðramaðurin í Vágsbotni segði, fiskurin er ókeypis. Tað er bara at fara á kyrrindi ella seiðaberg eftir honum.  

Tað var John F. Kennedy, forseti, sum segði kendu orðini, at vit eiga ikki at spyrja, hvat landið kann gera fyri okkum, men hvat vit kunnu gera fyri landið.

Tað er tann andin sum eigur at ráða.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo