Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

SEV hevur sett sær sum mál at øll orkan, sum felagsskapurin framleiðir, skal vera grøn. Málið skal røkkast longu í 2030, men vit eru bara komin hálva leið. Væl at merkja eini seksti ár eftir, at SEV fór at framleiða grønan streym úr vatnorku.

So her skal nógv henda næstu 10 árini.

Tað er sjálvsagt eitt ediligt mál at hava sett sær, men tað tykist sum um, at samstundis sum øll vilja hava grøna orku, so vil ongin lata nakað afturfyri. Tað er skjótt ein fær tað fatan, at føroyingar vilja fegnir hava grøna orku, men hon skal koma úr ongum. - Vindmyllur eru sikkurt góðar, men tað er í hvussu so er ikki her hjá okkum, at tær skulu skemma umhvørvið, tykist onkur hava fingið sær sum slagorð.

Men tú fært onki fyri onki.

Skulu vit hava grøna orku, so er neyðugt at vit finna okkum í at tað sæst onkustaðni.

Vestmenningar hava í meira enn hálva øld livað við rørum sum liggja oman eftir fjallasíðunum innast í fjørðinum og ikki einari men fýra stórum byrgingum í vøkru dølunum sum eru kring bygdina. Men mundi nakar mótmæla tá alt tað varð gjørt? Tað var sjálvt grundarlagið undir SEV, og til ber helst at siga, at tað var har grøna orkan í Føroyum bleiv fødd.

Fyri hálvari øld síðani.

Sjálvandi skal tað gerast skynsamt. Sjálvandi skulu øll neyðug loyvi vera til taks og sjálvandi skulu øll hoyrast, so árinini kunnu verða so lítil sum gjørligt.

Men vit mugu minnast til, at tað vit gera í dag er til frama fyri komandi ættarlið. Eygað venur seg skjótt, og tað sum onkur í dag kanska sær sum eitt misprýði kann hjá seinni ættarliðum fara at verða sjálv ímyndin av burðardygd og grønari orku.

Vit mugu lata nakað fyri at fáa nakað.

Onki kemur úr ongum.

Tað ber bara ikki til.

So her ræður um at vísa stórsinni og vælvild. Næstu ættarliðunum at frama.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo