Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

(mynd: KvF)

(mynd: KvF)

(mynd: KvF)

Nú hevur tað eydnast teimum ráðandi at flyta fokus frá málinum um gongd í haga við at draga onnur mál, eitt nú sáttmálan við Russland, so nógv út, at tað er sloppið hesa tingsetuna. Málið, sum klokkuklárar meiningar vóru um áðrenn valið, men sum vit nú snakka sum minst um, er enn ikki loyst, helst tí tað verður trupult at gera øllum til vildar.

Sum seinsta dømi um cowboytilstandir frættist úr Mykinesi, at gongugjaldið, sum í áravís er kravt inn eftir ivasomum leisti, hevur tikið eina meira aggressiva vend, samstundis sum prísurin er fleirfaldaður.

Ferðafólkini standa sum kánus og kenna seg lumpaði. Tað gera tey sum professionelt arbeiða við ferðavinnu eisini, tí broytingin kom bara knappliga og uttan ávaring.

Tað er skilligt, at tey sum vara av oynni vilja hava lut í teimum inntøkum, sum oyggin kann geva. Men tað er sera ivasamt, um hetta er rætti leisturin. At stilla seg út á almennan veg at krevja inn pengar frá Guði og hvørjum manni fyri at sleppa framvið er óføroyskt, og ikki í samsvari við føroyskt gestablídni.

Sjálvandi skal berast so í bandi at meira liggur eftir í oynni enn tað sum sølan av nøkrum kaffikoppum og breyðflísum kann geva. Men eitt er sum eitur løtuvinningur. Man hetta fara at vera skipanin, sum verður brúkt eisini um 10 ár? Neyvan.

Ein burðardygg loysn má finnast. Ein skipan, sum tryggjar komandi ættarlið sum vilja búseta seg í oynni og liva av tí sum ferðavinnan kann geva.

Tað sum ikki má henda er, at vit grava okkara egnu grøv og at møguleikin gleppur okkum og komandi ættarliðum av hondum.

Og tað er ein uppgáva, sum Tinganes fyri langari tíð síðani átti at havt fingið uppá pláss.

Skommin er teirra.

Tað meinar VP. 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo