Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í seinastuni hevur verið nógv at hoyrt um sálarheilsuna hjá ungum føroyingum, sum tíverri hevur tikið eitt tørn tann skeiva vegin, vísa fleiri kanningar og frágreiðingar. Sosialir miðlar hava verið nevndir sum ein av orsøkunum.

Nú hoyra vit als ikki til tey sum siga, at alt var betri fyrr, og tað er bara at senda tey til skips, sum ikki passa inn í kassarnar, sum dagsins samfelag annars kritar upp til okkara ungdóm at virka innanfyri. Tó at tað kanska í onkrum føri er okkurt um tosið.

Men er tað heilt av leið at hugsa tankan, at kanska eru broytingarnar, sum eru hendar seinastu árini, har alsamt fleiri leita sær til størru býirnar, serliga høvuðsstaðin, at festa røtur, eru ein partur av trupulleikanum? Ber tað til at trívast líka væl, tá alt fleiri verða kroyst saman at búgva á einum staði, sum frá náttúrunar hond ikki fær verið nógv størri? Har vegir, stovnar og tænastur annars, alt er um at bukka undir av stóra trýstinum?

"It takes at village to raise a child" sigur enska orðatakið, sum sipar til, at tað skal eitt heilt samfelag av góðlyntum, rættskafnum og vælmeinandi vaksnum til at uppala børnini, so tey eisini einaferð verða góðir samfelagsborgarar. Nú er tað neyvan av tilvild, at orðið village - bygd - verður nýtt í hesum samanhanginum. Og vit kunnu óivað eisini siga, at í Føroyum hava vit bara bygdir - í einum globalum samanhangi í øllum førum. Men er tað hugsandi, at onkur teirra er blivin í so stór?

Vit eiga í dag eitt samfelag, sum er so væl útbygt sum nakað annað. Har skjótt eini 90% av íbúgvunum kunnu koyra til dyrnar hjá hvørjum øðrum, hóast vit búgva á 16 ymiskum oyggjum. Er tað tá ikki ein sjálvfylgja, at okkara politikarar gera sítt til at ávirka gongdina tann vegin, at vit varðveita tað bústaðarmynstrið, sum vit hava í Føroyum í dag?

Føroyar eru eitt klútateppi av býlingum, og ongantíð er langt at koyra nakrastaðni.

Tað er enn ein fyrimunur, vit eiga frá skaparans hond.

Lat okkum brúka hann.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo