Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sambært KvF er tað alt annað enn gott, at BankNordik ætlar at gjalda partaeigarunum vinningsbýti.

Spurt verður uppí saman, og róð verður framundir, at tað er ikki hóskandi, nú so nógv stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Hvør skal siga, lat heldur tey fáa pengarnar.

Men hevur KvF gloymt, at tað er fyrst og fremst landskassin, sum størsti einstaki partaeigari í bankanum, sum njótar gott av vinningsbýtinum? Sami kassi, sum skal fíggja hjálpina til tey ringast støddu? Og man ikki dastið av restini enda í pensjónsgrunnum sum eru við til at gjalda aldurdómin - eisini hjá teimum mest atfinningarsomu?

Ein tummilfingurregla sigur, at ein banki skal helst renta eginognina við minst 10% árliga. Tað kláraði BankNordik ikki síðsta roknskaparár. Tí er ein gongd leið at minka um kapitalin sum skal forrentast við at gjalda hann út til partaeigararnar. Tá tað hendir, so er tað í prinsippinum sínar egnu pengar, partaeigararnir fáa at ráða yvir. Og av tí sama minkar kursurin á partabrævinum nøkurlunda samsvarandi, og roknistykkið hjá partaeigaranum verður áleið 0.

Hví er orðið vinningsbýti per definitión eitt negativt orð í hugaheiminum hjá almenna kringvarpinum, sum viðhvørt tykist gera sær ómak við at liva upp til ringastu spjøldrini.

Tað hevði sømt seg betur at lýst hetta málið úr øllum vinklum.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo