Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er javnan frammi í fólkatinginum at javntseta fólkini í ríkinum, so eisini føroyingar og grønlendingar skulu gera herskyldu.

Júst nú er uppskot til samtyktar frá danska fólkaflokkinum, at føroyingar og grønlendingar skulu hava somu skyldur og framíhjárættindi sum danir - skulu hava herskyldu.

Spurningurin var eisni frammi í Løgtinginum í dag, og har segði løgmaður, Bárður Nielsen, at tað bleiv ikki við hansara góða vilja, at føroyingar nú skulu gera herskyldu - nakað sum ongantíð áður hevur verið galdandi.

Men hvat heldur tú? Svara spurninginum í breddanum høgrumegin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo