Fleiri kanningar, sum gjørdar eru í til dømis Noregi, Danmark og USA, vísa, at harðskapur í parløgum móti monnum er líka vanligur, sum harðskapur móti kvinnum.
- Ongin orsøk er at halda, at harðskapur í parløgum móti føroyskum monnum, er minni enn í londunum í kring okkum, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur.
At kvinnur hava verið og framvegis eru fyri harðskapi er væl kent. Í nógv ár var talan um eitt øki, sum mestsum var bannhalgað at tosa um, tabueserað, millum annað orsakað av skommini, sum offrini kenna á sær.
Á tí økinum, altso viðvíkjandi skommini, stendur upp aftur verri til, tá harðskapsoffrini eru menn. Teir kenna upp aftur meira skomm, og tí er hetta eitt evni, sum hevur verið upp aftur meira bannhalgað, enn harðskapur móti kvinnum.
Spildurnýggj kanning
Fleiri kanningar eru gjørdar um harðskap, sum kvinnur fremja móti monnum. Í januar mánaði í ár varð ein spildurnýggj donsk kanning almannakunngjørd. Kanningin hevur heitið Undersøgelse af indbyrdes vold, og tað er Nationalt Videnscenter for Psykotraumatologi á Syddansk Universiteti, sum hevur gjørt kanningina. Høvundar eru Ask Elklit, professari, og Sarah Bøgelunde Dokkedahl, granskari.
Vanliga verða slíkar kanningar gjørdar við denti á likamligan harðskap, men ásannandi at skaðaárinini av sálarligum harðskapi eru eins vandamikil sum likamligur harðskapur, er sálarligur harðskapur javnsettur við likamligan harðskap í hesi kanningini.
Kanningin vísir millum annað, at nógvur harðskapur í parløgum hevur samband við misbrúk av ymsum slag (alkohol og onnur rúsandi evni), millum fólk, har sálarlig sjúka er íblandað og í parløgum við lágari inntøku. Vandin fyri harðskapi í parløgum er sostatt ofta tengdur at tjóðbólkaeyðkenni (mentan), tunglyndi, sjálvsáliti, misbrúki, bráðlyndi, antisosialari atferð, aldri og íbúðarviðurskiftum.
Kvinnur fremja oftari harðskap
Flestu kanningar vísa, at kvinnurnar hava munin, tá talan er um harðskap í parløgum, men hinvegin er harðskapurin, sum menn fremja móti kvinnum mangan álvarsligari. Hesa niðurstøðu kemur nýggja danska kanningin eisini til.
Hvussu álvarsligur skaðin er, sum menn fáa av harðskapi í parløgum, veldst um aggrissivitetin/ágangin frá kvinnunum. Vandin fyri harðskapi er størri, har báðir partar hava líknandi bakgrund og atferð við harðskapi.
Harðskapur móti monnum vísir seg mangan at byrja við sálarligum ágangi, har maðurin verður niðurgjørdur sum lítisverdur á øllum økjum, og kvinnan í parlagnum syrgir fyri at isolera mannin, so hann til dømis ikki longur sleppur at hitta vinir og kenningar. So líðandi økist harðskapurin, og hann kann so enda við álvarsligum likamligum harðskapi.
Stórur trupulleiki
Millum niðurstøðurnar í kanningini hjá Nationalt Videnscenter for Psykotraumatologi verður millum annað sagt, at innanhýsis harðskapur í parløgum er ein stórur og algongdur trupulleiki, sum á granskingarstigi hevur fingið lítið uppmerksemi.
Víst verður eisini á, at neyðugt er at seta sjóneykuna meira á sálarligan harðskap, og granskingar eiga at kanna samanspælið millum sálarligan og likamligan harðskap. Haraftrat er neyðugt at vísa nýggjum parløgum størri uppmerksemi, so harðskapur í slíkum parløgum ikki verður eitt varandi mynstur, sæst millum annað í kanningini hjá Ask Elklit og Sarah Bøgelund Dokkedal.
Kendur trupulleiki í Føroyum
Leiðandi sálarfrøðingurin á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, Suni Poulsen, heldur ongan iva vera um, at kvinnuligur harðskapur móti monnum eisini verður framdur í Føroyum.
- Tað síggja vit til dømis, tá sjúklingar koma í viðgerð her hjá okkum á Psykiatriska Deplinum. Vit síggja menn, sum koma higar við trupulleikum, sum eru beinleiðis avleiðingar av harðskapi. Tað kann vera trauma, tunglyndi, angist, alt sovorðið, sum kann enda við sálarligum fylgisjúkum, sigur Suni Poulsen.
(Meira um kvinnuligan harðskap móti monnum í komandi greinum, m.a. longri samrøða við Suna Poulsen, leiðandi sálarfrøðing á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, og við ein føroyskan mann, sum hevur verið fyri ógvusligum harðskapi frá unnustuni).
Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo