Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tema

Suni Poulsen, sálarfrøðingur: - Ongin orsøk er at halda, at føroyskar kvinnur fremja minni harðskap móti monnum sínum, enn kvinnur aðrastaðni

Suni Poulsen, sálarfrøðingur: - Ongin orsøk er at halda, at føroyskar kvinnur fremja minni harðskap móti monnum sínum, enn kvinnur aðrastaðni

Suni Poulsen, sálarfrøðingur: - Ongin orsøk er at halda, at føroyskar kvinnur fremja minni harðskap móti monnum sínum, enn kvinnur aðrastaðni

Tað er Nationalt Videnscenter for Psykotraumatologi, Institut for Psykologi á Syddansk Universiteti, sum hevur gjørt hesa nýggjastu kanningina. Kanningin hevur fingið drúgva umrøðu í donskum miðlum, og onkur hevur fílst á, at kanningin er ov grunn og óseriøs. Men tað skilir leiðandi sálarfrøðingurin á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, Suni Poulsen, ikki.

- Eg ivist í, um fólk, sum finnast at kanningini, í grundini hava lisið alla kanningina, sigur Suni Poulsen.

Kvinnulig yvirgangsfólk
Suni Poulsen vísir á, at kanningar, sum eru gjørdar í USA, vísa sama rákið, sum hendan nýggja danska kanningin, nevniliga at fleiri kvinnur enn menn sláa.

- Hinvegin vísir hendan nýggjasta kanningin samstundis, at fleiri av kvinnuligu offrununum koma illa fyri enn í teimum førum, har menn eru offrini. Tað merkir kortini ikki, at tað ikki finnast harðskapsraktir menn, sum koma rættiliga illa fyri. Tað finnast nevniliga kvinnur, sum eru yvirgangsfólk. Tær kunnu vera rættiliga ógvusligar, og hendan kanningin vísir altso, at kvinnur fremja meira ella oftari harðskap enn menn.

- Og ongin orsøk er at halda, at føroyskar kvinnur fremja minni harðskap móti monnum sínum, enn kvinnur aðrastaðni, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur.

Bannhalgað evni
Yvirhøvur at viðgera evnið um kvinnur, sum buka menn, kann vera trupult, tí evnið er bannhalgað. Hendan nýggja danska kanningin byrjar eisini við at taka øll møgulig fyrilit fyri evninum, hetta, at flestu okkara halda, at tað eru menn, sum fremja harðskap, at evnið er politiskt viðkvæmt og so framvegis.

- Eg haldi tað vera áhugavert at síggja, hvussu vandamikið tað er í 2018 at siga, at kvinnur fremja meira harðskap enn menn, men at tað altso eru fleiri kvinnur enn menn, sum fáa mein av harðskapinum, sigur Suni Poulsen.

Tvey sløg av gransking
Sálarfrøðiligi leiðarin á Psykiatriska Deplinum vísir á, at vit vanliga tosa um tvær oyggjar – tvey sløg av gransking. Eitt eru sonevndar feministiskar kanningar, har granskarar vanliga fara út á kreppumiðstøðir at tosa við kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi. Síðan verður farið út til menn, sum eru í viðgerð fyri at hava verið harðligir.

- Har steðgar tann granskingin, og tá fært tú úrslitið, sum vísir, at tað eru menn, sum eru harðligir, og at tað eru kvinnur, ið eru offur, sigur Suni Poulsen, sum samstundis ásannar, at tað kann vera trupult at granska í hesum evninum.

Byrjaðu at ivast
Í áttatiárunum fóru fólk at ivast í, um hetta at tað bara vóru menn, ið vóru harðligir, var allur sannleikin. Tí byrjaðu granskarar at gera øðrvísi kanningar, har nógv fleiri fólk vórðu tikin við. Samstundis fingu tey fleiri møguleikar at svara upp á ymsu spurningarnar. Til dømis kundi vera spurt:

“Hvørjar avleiðingar plagar tað at fáa, tá tit bæði skeldast?”

Og síðan komu fleiri svarmøguleikar sum t.d.:

“Eg havi roynt at verið empatiskur, eg skeldi, eg byrji at gráta, eg havi hótt, eg havi sligið, eg havi skumpað og so framvegis.”

- Tað er í hesum kanningum, at tað vísir seg, at kvinnur fremja meira harðskap enn menn, sigur leiðandi sálarfrøðingurin á Landssjúkrahúsinum, Suni Poulsen.

Harðskapur millum samkynd
Uppáhaldið, at tað eru menn, sum eru yvirgangsmenn, og kvinnur, sum eru offur, kann heilt natúrliga ikki brúkast í øllum førum.

- Tað kann ikki brúkast, tá talan er um samkynd pør, tí har er líka nógvur harðskapur – kanska meira harðskapur, enn millum heteroseksuell pør, sigur Suni Poulsen.

Danska heimasíðan Kvinfo.dk, Køn-Viden, Information, Forskning skrivar um eina svenska kanning av samkyndum parløgum. Tann kanningin vísir, at umleið 10 prosent av øllum, sum hava verið í samkyndum parløgum, hava verið fyri harðskapi. Tá tað kemur til samkyndar kvinnur, verður tosað um hin tigandi harðskapin.

(Framhald av samrøðu við Suna Poulsen í seinni grein)

Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS

Les eisini: Kvinnur fremja eisini harðskap

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo