Streymurin fór longu fyrsta dagin, so tannlæknarnir í hjáparfelagsskapinum Tandlæger uden Grænser (TUG) máttu arbeiða uttan ljós og streym tað mesta av tíðini tey vóru í afrikanska landinum Ruanda og gjørdu hjálpararbeiði.
Men tær eru vanar við at arbeiða undir primitivum korum, tá tær eru til arbeiðis við TUG, so ráð eru fyri tí mesta. Pannulyktir vórðu brúktar at lýsa við, og tólini vórðu sóttreinsað í klori og spritti, umframt vaskað í vanligari sápu.
Tað ger arbeiðið meira tvørligt tá eitt nú útgerðin til steriliseringina ikki virkar, tí ongin streymur er. Og skjótari og smidligari arbeiðið gongur, fleiri fólkum fáa tær hjálpt.
Ein annar trupulleiki, sum seinkaði arbeiðnum, var, at onki rennandi vatn var í hølunum har sum viðgerðin fór fram.
Sí eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo