WHO lýsur nú apukoppar at vera ein altjóða heilsuvanda.
Tað er hægsta tilbúgvingarstig hjá alheims heilsustovninum undir ST.
Stjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði á tíðindafundi fyrr í dag, at serfrøðingarnir eru tó ikki á einum máli um at lýsa apukoppar at vera ein altjóða heilsuvanda.
- Smittustøðan er moderat á heimsplani, men í Europa er stórur vandi fyri smittu, segði hann.
Hann legði afturat, at tað er góður møguleiki fyri at basa smittuni áðrenn hon fer at gera enn meira um seg.
Sjúkan hevur leingi verið vanlig í Eystur- og Miðafrika, men er síðani í mai mánaða staðfest í fleiri øðrum londum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo