

Milliónir av menniskjum runt um í heiminum røra seg ov lítið. Og tað fær avleiðingar fyri heilsuna, ávarar Heims Heilsustovnurin (WHO) um.
Um 500 milliónir menniskju fara helst fram móti 2030 at fáa hjartasjúku, gerast ov feit, fáa diabetes, depresjón, demens og annað av vantandi mosjón, er niðurstøðan hjá heilsustovninum hjá ST í eini nýggjari rapport sum er almannakunngjørd í dag.
WHO mælir til minst 150 minuttir kropsligan aktivitet um vikuna fyri vaksin til tess at verja seg móti sjúku.
Yvir ein fjórðingur (27,5 prosent) av heimsins borgarum hevur ikki sett sær hetta sum mál.
Regular physical activity is good for hearts, bodies and minds. Countries can and must do more to develop policies that enable their populations to #BeActive & move physically, more safely & more frequently.
— World Health Organization (WHO) (@WHO) October 19, 2022
Here’s how ????https://t.co/FOb7vDX6xl pic.twitter.com/AZ9RSE5M7J
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo