Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Liverpool kom aftur um 1-0 móti Leicester City, men tíbetur var Leicester City verjuleikarin Wout Faes í gávuhýri, og við tveimum sjálvmálum síðstu sjey minuttirnar av fyrra hálvleiki, hjálpti hann, um enn ímóti sínum vilja, teimum reyðu til sigurs.

Scousara-framherjin Darwin Núñez royndi eydnuna fleiri ferðir, men hann var ikki eins raskur og belgiumaðurin at skjóta bóltin í netið.

Hetta bilti tó ikki tá samanumkom, tí Liverpool vann dystin 2-1 og hevur nú 28 stig á 6. plássi í Premier League.

Leicester City hevur enn 17 stig á 13. plássi.

Úrslit í Premier League í kvøld:
Liverpool-Leicester City 2-1 (2-1)
West Ham United-Brentford 0-2 (0-2)

Í morgin nýggjársaftan eru hesir dystirnir á skránni:
Wolverhampton Wanderers-Manchester United
Bournemouth-Crystal Palace
Fulham-Southampton
Manchester City-Everton
Newcastle United-Leeds United
Brighton & Hove Albion-Arsenal

Í ovurmorgin nýggjársdag eru aftur tveir dystir á skránni:
Tottenham Hotspur-Aston Villa
Nottingham Forest-Chelsea

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo