Trump forseti umhugsar tað, sum verður lýst sum eitt avmarkað hernaðarligt álop á Iran fyri at fáa Iran at taka undir við hansara krøvum um kjarnorkuavtalu.
Tað skrivar The Wall Street Journal, sum vísir á ónevndar keldur.
Hvíta Húsið hevur ikki gjørt viðmerkingar til hetta, men fyrr hósdagin legði Trump dent á, at hann ynskir eina veruliga avtalu við Iran.
– Vit finna útav Iran um umleið 10 dagar, segði hann sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



