Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Í seinni helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningarnar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Hesar kanningar hava verið gjørdar síðan 1983 og hava til endamáls at kanna yngulin frá gýtingini í ár, umframt at kanna umhvørvis-parametrar, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður og djóraæti. Við úrslitunum av hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.

Úrslitini í ár vístu, at lítið var til av øllum yngli og at yngulin sum heild var smáfallandi, men tað er vanligt, tá lítið er av yngli. Á Landgrunninum er tað triðja árið á rað, at nøgdirnar av toska- og hvítingsbróðuryngli eru undir miðal, og lítið hevur eisini verið av hýsu- og nebbasildayngli síðstu tvey árini.

Á Føroyabanka var eitt vet meira at fáa av bæði toska- og hýsuyngli í mun til tíðarskeiðið 2017-2019, meðan sera lítið var av nebbasildaryngli. Á Føroyabanka vóru tvey hál, har munandi nøgdir av vaksnum fiski komu í trolið, í tí eina førinum var talan um eini 600 kg av smáum svartkjafti og í hinum førinum vóru einar 11.000 vaksnar nebbasildir í (+ 1 ár).

Sjógvurin rundan um Føroyar hevur verið sjáldsama feskur síðstu árini, men er nú aftur blivin saltari og nærkast nú vanligum saltinnihaldi. Samlaði gróðurin á Landgrunninum er lítil higartil í ár, og kanningar av gróðri bæði fyri og eftir yngulkanningar hava víst, at lítið hevur verið av gróðri í alt vár og higartil í summar. Tað er eitt greitt samband millum gróður á Landgrunninum og nøgd og stødd av yngli, og hetta er tí helst orsøkin til at yngulin er so lítil í ár, bæði í stødd og í nøgd.

Les túrfrágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo