Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Minningarhald vakur siður er,
óansæð hvar feigdarsporini vóru;
tí sorgblídni er tað, ið minningin ber,
um tey, sum boð í bý ikki bóru.

Upprunin er í seinna heimskríggi,
tá føroyingar sjólótust í stórum tali;
í strembanini eftir at lívbjarga fólki og landi,
sótu avvarðandi eftir og fleiri mistu málið.

Tíðirnar broytast; minningarhaldið á glið kann fara;
Føroyar eitt samansett samfelag er vorðið,
men minningin týdning hevur; í hálva stong Merkið tað kæra,
tí tað hevur fólkið uppiborið.

Minningarhald okkum kann hava til læru,
tey at takka og virða,
sum undan okkum vóru tikin frá sínum kæru,
óansæð um tey fyri fólk og land vóru ein fongur ella byrða.

Henrik Weihe Joensen
1. november 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo