Samanlagda talið av deyðum eftir jarðskjálvtarnar í Turkalandi og Sýria er nú yvir 2000, skrivar tíðindastovan AFP.
Myndugleikarnir í Turkalandi hava sagt at minst 1651 eru umkomin í jarðskjálvtanum sum hevur skakað landið.
Í grannalandinum Sýria eru nú 968 staðfest umkomin higartil. Tilsaman er talið nú 2619 í báðum londunum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo