Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Fyri fyrstuferð nakrantíð er samlaða ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn yvir 300.000. Higartil í ár eru 300.469 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn.

Hetta er ein vøkstur uppá heili 17% ella 43,620 ferðafólk í mun til somu tíð síðsta ár. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at samlaða ferðafólkatalið fyri alt árið í fjør var 292.393.

íðani apríl hevur stórur vøkstur verið hvønn mánaða, og í oktober komu og fóru 29,405 ferðafólk umvegis Vága Floghavn ella ein vøkstur á 24,3%

Alsamt fleiri útlendsk ferðafólk
Vísandi til kanningar av ferðafólkum sum verða gjørdar á flogvøllinum, so vísa hesar kanningarnar í ár, at alsamt fleiri útlendsk ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin í Sørvági, og hesi eru sostatt eisini við til at geva eitt munagott ískoyti til føroyska búskapin.

Kanning hjá Vága Floghavn í juli vísti fyri fyrstu ferð nakrantíð, at talið av útlendskum ferðafólkum, sum komu og fóru, var størri enn tað av føroyskum ferðafólkum.

Tey flestu ferðafólkini komu úr Danmark, men ein vaksandi partur kemur frá øðrum londum enn Danmark.

Eisini vísa tølini, at bara 50% av teimum sum ferðast til Danmarkar, skulu til Danmarkar, restin nýtir Danmark sum millumstøð fyri at koma víðari út í heim.

- Tað er ikki nøkur loyna, at føroysk ferðavinna hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot í 2017. Fleiri góðar matstovur eru latnar upp, og gistingarhúsini, tey sum leiga út, útferðarveitarar, handlar og onnur sum arbeiða í tænastuvinnuni, lata væl at árinum higartil, og nógv bendir á at 2018, verður eitt enn betri ár.

- Okkum er komið fyri oyra, at tað til tíðir hevur verið ringt at fáa pláss á hotellum, og tí er tað gleðiligt at frætta tíðindir um, at tað verður arbeitt við at byggja út á onkrum hotelli, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo