Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

Politikkur

Svar uppá fyrispurning nr. 52-033/2025 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um avleiðingar av niðurlaðing av uttanlandsfrádráttinum. 
 
Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvussu nógv er komið inn í § 25 a og § 25 b inntøku  í 2024, sammett við 2023?  

2. Hvussu nógv fólk fingu uttanlandsfrádrátt í 2024, sammett við 2023?  

3. Eru nakrar ábendingar um, hvønn veg tølini fyri hetta bera í 2025, sammett við 2024?  

Svar til spurning nr. 1 og 2: 
Tá skattur skal gerast upp, ber ikki til at siga júst hvussu nógv kemur inn frá uttanlandsskatti og øðrum skatti, tí persónar vera skattaðir av síni samlaðu skattskyldugari inntøku. Men til ber at siga hvussu stór uttanlandsinntøkan er.   

Fyrivarni skal tó havast við, at hóast skattauppgerðin verður send út fyrst í oktober vera nakrar broytingar framvegis gjørdar í skattauppgerðunum so hvørt sjálvuppgávur vera lætnar inn. Til at samanbera 2023 við 2024 vera tískil sjálvuppgávurnar frá oktober árið eftir inntøkuárið brúktar.   

Inntøka sambært §25a er inntøka frá fiskiveiði, bæði í Føroyum og uttanlands. Spyrjarin spyr um uttanlandsinntøku og tí verður í hesum førinum bert hugt eftir fiskiveiðiinntøku uttanlands.   

Inntøka sambært §25b er uttanlandsinntøka, sum ikki er fiskiveiðiinntøka ella inntøka frá DIS ella FAS.

Talvurnar omanfyri vísa samlaðu inntøku og tal av persónum, sum hava havt uttanlandsinntøku í 2023 og 2024. Sum heild sæst, at tað eru nakað færri persónar, sum hava havt uttanlandsinntøku í 2024 enn í 2023, men at samlaða §25b inntøkan var hægri í 2024 enn í 2023.   

§25b inntøkurnar í talvuni eru bæði inntøkur, sum vera linkaðar við frádrátti og undantaki og tí ber ikki til at siga hvussu skatturin verður ávirkaður.   

Til samanberingar var samlaða lønarinntøkan í 2024 knappar 13 mia. krónur og samlaða starvsfólkatalið í Føroyum um 30.000 fólk.   

Svar til spurning nr. 3: 
Av góðum grundum ber ikki til at siga nakað endaligt fyri 2025, tí árið er ikki liðugt og tí er eingin inntøka at gera upp.   

Men til ber at leita í skráum sum kunnu geva ábendingar um hvat persónar, sum árini áðrenn hava arbeitt uttanlands, gera í dag.   

Fíggjarmálaráðið hevur kannað, hvar persónar sum í 2023 antin fingu uttanlandsfrádrátt ella frádrátt fyri fiskiveiðu uttanlands búgva í dag. Yvirhøvur sæst einki til økta fráflyting.  

Hinvegin eru lønarútgjaldingarnar øktar og starvsfólkatalið í Føroyum er vaksið við um 500 persónum síðstu tvey árini. Vøksturin er í størsta mun persónar við bústaðartilknýti.   

Enn er nakað tíðliga at gera niðurstøður, um hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt, men Fíggjarmálaráðið fer at greina tølini nærri, tá nakað er fráliðið. 

Tinganes, 31. oktober 2025 
Ruth Vang 
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo