Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í næstum verður skipað fyri 12 jólahaldum í Tórshavnar kommunu, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Havn verður jólatræið á Vaglinum tendrað leygardagin 26. november kl. 15.30. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Ann Hermansdóttir, prestur, bera fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 27. november kl. 14.00. Eiðis Ljómfelag spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 27. november kl. 15.30. Teistin fer av Gomlurætt kl. 14.30 og úr Hesti kl. 19.30. Frelsunarherurin spælir. Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum ber fram røðu.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 27. november kl. 16.00. Havnar Hornorkestur spælir. Derhard Jógvansson, prestur, ber fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 27. november kl. 18.00. GHM spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Theodor Eli Dam Olsen, prestur, bera fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 3. desember kl. 15.30. GHM spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 3. desember kl. 17.00. GHM spælir. Bergur Debes Joensen, prestur, ber fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 3. desember kl. 18.00. Havnar Hornorkestur spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 3. desember kl. 18.00. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 4. desember kl. 17.00. Ternan fer av Havnini kl. 16.20 og úr Nólsoy kl. 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Emil Olsen, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 6. desember kl. 18.00. Havnar Hornorkestur spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.

Í Syðradali verður jólatræið tendrað við mikudagin 14. desember kl. 17.30. Frelsunarherurin spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo