Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Leiðarabólkurin fyri dagstovnaøkið í Eysturoy mótmælir við hesum avgerðini hjá Sernámi at niðurraðfesta dagstovnaøkið, og heitir á Mentamálaráðið og landspolittikarar, um at fáa hesa neyðugu tænastu inn aftur, so at vit fáa nøktað tørvin hjá tí einstaka barninum, sum er okkara kjarnuuppgáva í námsfrøðiliga arbeiðinum og eisini sambært dagstovnalógina.

Tað kom rættuliga óvart á okkum dagstovnaleiðarar, tá Sernám fyri kortum sendi ein felags teldupost til okkara, við teimum boðum at tey ikki longur vildu veita børnum í aldrinum 0-7 ár sernáms- og sálarfrøðiliga ráðgeving, undantikið teimum børnum, ið longur eru í skipanini.

Tað undrar okkum ikki sørt, at Sernám av sínum eintingum, kann niðurraðfesta eina so týðandi tænastu til smæstu borgara í landinum.

Og tað undrar okkum ikki minni, at ongin politikari hevur sett landstýrismanninum í mentamálum, ið hevur eftirlitið av dagstovnaøkinum, spurningin um hvat tað er, sum gongur fyri seg.

Leiðarabólkurin í Eysturoy, tað eru leiðararnir fyri vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar, hava umrøtt avgerðina, og vit eru samd um, at vit ikki kunnu góðtaka hesa avgerð.

Tað er alstórur tørvur á, at dagstovnaøkið ikki missir fakliga førleikan frá sernámsfrøðingum og sálarfrøðingum, ið starvast á Sernámi.

Stjórin fyri Sernám úttalaði seg í útvarpinum, at avgerðin var grundað á starvsfólkatrot. Vit skilja ikki hesa avgerð.

Fyri tað fyrsta er tað óhoyrt, at eitt heilt øki skal niðurraðfestast grundað á starvsfólktrot.

At starvsfólkatrot elvir til bíðilista, tað er til at skilja, men at taka burtur fakligar førleikar til eitt so stórt øki sum alt dagstovnaøkið, tað skilja vit ikki og kunnu ikki góðtaka.

Fyri tað næsta er hetta í stríð við nýggjastu gransking, ið leggur dent á, at tað skal handlast skjótast gjørligt, so børn kunnu fáa bestu fortreytir fyri trivna, menning og læru.

Øll gransking vísir, at møguleikin til eitt gott lív, verður grundlagdur í teimum fyrstu árunum.

Verður hesin rættur hjá barninum skerdur, er tað sera torført at vinna inn aftur seinri í lívinum.

Avbjóðingin í mun til eitt nú menning, misstrivna, atferðartrupulleikar og aðrar avbjóðingar hjá tí lítla barninum, økir nógv um vandan fyri sosialan mistrivna í ungdómsárinum og sum vaksin, og hevur hetta fíggjarliga avleiðingar fyri landið. 

Vit sum leiðarar, ið vara av dagstovnaøkinum, standa rættuliga ørkymlandi í mun til hesa fráboðan vit hava fingið frá Sernámi.

Vit vilja á ongum hátt góðtaka at dagstovnaøkið á henda hátt fær hesa óforsvarligu viðgerð, og heita við hesum á avvarðandi myndugleikar, um skjótast at fáa hesa tænastu inn aftur.

Leiðslubólkurin í Eysturoy, ið umboðar allar vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar í Eysturoy og Sundalagnum, 2. novembur 2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo