Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í sambandi við at nýggja húsið verður tikið í brúk, verður bjóðað til móttøku leygardagin 21. mai, kl. 14-17.

Her ber til at síggja nýggja húsið og eisini at fáa drekkamunn. Kl. 15-16 verður hátíðarløta í salinum, við sangi, framførslu og talum. 

Í 1967 byrjaðu summarlegurar í Zarepta í Vatnsoyrum. Sunnasta húsið var júst bygt og legur vórðu skipaðar fyri børn og ung.

Fyrstu árini vóru legurnar hildnar fyri gentur og dreingir hvør sær. Legurnar øktust ár undan ári og skjótt gjørdist hetta húsið ov lítið, og í 1977-78 varð nýtt hús bygt afturat norðanfyri hitt húsið.

Legurnar eru øktar í tali og vavið, og seinastu mongu árini hava legur verið frá frá dýra biðidegi til heystferiuna. Um veturin brúka samkomurnar húsini og skipa sjálvar fyri vikuskiftislegum.

Tíðirnar broytast og krøvini við, og nú er triðja húsið bygt norðanfyri hini bæði. Eisini er stórt parkeringspláss gjørt.

Í hesum húsinum eru 12 gentukømur, umframt stova og skrivstova, sum nú eru liðug. Harafturat eru spælihøll og svimjihylur í hesum húsinum, men tey eru ikki liðug enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo