Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj hevði við sær eitt ukrainskt flagg, sum ukrainskir hermenn høvdu sett sítt navn á, og flaggið gav hann leiðaranum í Kongressini, Nancy Pelosi.

Volodymyr Zelenskyj  hitti á ferð síni í USA amerikanska forsetan, Joe Biden, og teir báðir sótu í yvir tveir tímar inni á Ovalu Skrivstovuni í Hvítu Húsunum. Eftir fundin var tíðindafundur, og tá kom fram, at hjálparpakkin sum USA nú fer at veita Ukraina er verdur tað sum svarar til áleið 13 milliardir krónur. Størstan týdning hevur helst framkomna Patriot rakettverjuskipanin, sum kann skjóta rakettir niður 150 km burtur og í einum radius av 40 km.

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur sagt, at um USA letur Ukraina Patriot rakettir, so er tað tað sama sum at vísa "Russlandi reytt". Amerikanski forsetin Joe Biden hevur svarað, at rakettirnar eru ein verjuskipan, og at tær ikki kunnu brúkast til álop.

Joe Biden lovaði eisini Volodymyr Zelenskyj, at USA fer at halda fram at hjálpa og stuðla Ukraina. Ukrainski forsetin segði, at Ukraina fer ongantíð at geva seg undir Russland, men halda fram við bardaganum til hann er vunnin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo