Forsetin í Ukraina sigur at ukrainskar deildir hava tikið tveir landsbýir afturat, Arkhanhelske og Myrolybivka, skriva útlendskar tíðindastovur.
Báðir býirnir eru í Kherson fylkinum.
Í kvøld eru fleiri óváttaðar fráboðanir um framgongd í Kherson, sum er einasti fylkishøvuðsstaður sum eydnaðist russiskum deildum at taka í Ukraina, skrivar NRK.
Anton Gerashchenko, fyrrverandi vararáðharri í innlendismálaráðnum í Ukraina, og ráðgevi, skrivar á Telegram at ukrainskar deildir eru í landsbýnum Khreshchenivka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo