Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj vitjað í gjár í Italia, har hitti hann eisini pávan í Vatikaninum, og í dag fer Zelenskyj á vitjan í Týsklandi.
Longu frammanundan vitjanini hevur Týskland lovað at senda fleiri Leopard stríðsvognar og aðra hernaðarliga útgerð fyri 20 milliardir krónur afturat til Ukraina.
Týski búskapurin er hin stórsti í Europa, og hjálpin til Ukraina, bæði tann hernaðarliga og búskaparliga, er nú størri enn tann sum Frankaríki veitir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo