Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá eg fylti 14 fór eg úr skúlanum. Stutt eftir fór eg til skips og byrjaði at gjalda skatt. Tvey ár seinnni fór eg í læru.

Tú helt fram í skúlanum.

Sum 19 ára gamal gjørdist eg sjakkformaður. Arbeiddi akkord frá morgni til myrkurs, hóast nærum helmingurin fór í skatti.

Tú gekk í skúla.

Tá tú fylti 30 fórt tú á fyrsta sinni til arbeiðis.

Nú eru vit báðir 62 og tú ert longu farin frá við pensjón. Eini sera góðari pensjón.

Eg gjaldi framvegis skatt.

Smá 32 ár á arbeiðsmarknaðinum var tað, tú gav aftur til samfelagið. Tú fekst eina sera góða løn við eini avbera góðari pensjónsskipan.

Eg hevði givið 16 ár til samfelagið, áðrenn tú nakrantíð kom til arbeiðis. Og í hinum endanum gevi eg 5 til 8 ár meira á arbeiðsmarknaðinum. Tá eg fylli 70 havi eg verið 56 ár á arbeiðsmarkninum.

Og nú halda summi, at eg skal geva meira, bæði av míni løn og míni pensjón.

Sært tú, vit eru ikki býtt, hóast vit alt lívið hava útint handligt arbeiði. Vit guldu tykkara útbúgving við hørðum handligum arbeiði. Tit fingu stuðul, men vit vórðu revsað við hægri skatti.

Vit hava tørv á fólki við útbúgving til gagns fyri okkum øll. Men vit hava eins stóran tørv á arbeiðsmanninum og handverkaranum.

Tí hvat eru hugskot uttan tey, ið skulu royna tey í praksis?

Annars mást tú orsaka. Hetta eru bara tankar hjá einum, sum bara gekk í skúla í sjey og eitt hálvt ár.

Arbeiðsmaðurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo