Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hamas sigur seg í nátt hava fingið eitt uppskot um vápnahvíld frá Ísrael og fer at hyggja upp á tað, áðrenn svar verður givið

Ukraina og Lettland arbeiða við at økja um framleiðsluna av dronum í báðum londunum í samstarvi landanna millum

Danska stjórnin og fleiri flokkar bjóða til at flyta fosturtøkumarkið frá viku 12 til viku 18

Danmark hevur havt vátasta apríl síðani mátingarnar byrjaðu í 1874. Til og við klokkan 15 danska tíð vóru máldir 98,7 millimetrar regn

Borgarstjórarnir Janus Thomsen og Kristin Michelsen siga, at talan var um ein jaligan fund og at niðurstøðan á fundinum var, at arbeitt verður víðari við eini møguligari samanlegging av Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu

Í ár er enn størri áhugi enn undanfarin ár hjá føroyskum fyritøkum at taka lut

Eystari Landsrættur í Keypmannahavn er evakueraður av eini bumbuhóttan. Tað skrivar Københavns Politi á sosiala miðlinum X

Tað er samband millum lágt stig av D-vitamin í blóðinum og vandan fyri at fáa staðfest krabbamein

- Vinalagið millum íslendsku familjuna Hjelm og Vágs Skúla stavar í roynd og veru frá einari lagnuhending fyri yvir 100 árum síðani

Kommunan lýsti útvið 12.000 fermetrar av byggilendi til sølu, men eingin bjóðaði, skrivar KVF

Innbúgvið er serstakt og nýhugsandi, framleitt eftir tørvinum hjá Klaksvíkar Býráð

Listarverkið í rundkoyringini hevur fingið skaða, ein maður er fluttur á Landssjúkrahúsið

Tórshavnar Býráð vil nú kanna møguleikan at gera ein parkeringstunnil millum parkeringsøkið á Skálatrøð og Jóannes Paturssonar gøtu, skrivar KVF

Um middagsleitið kemur amerikanski kavbáturin USS Albany í Nólsoyarfjørð

Nevndin í Hjartafelagnum varð afturvald á aðalfundinum 24. apríl 2024

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta knappar 3,5 milliónir krónur av til at umvæla kloakkir ymsastaðni í kommununi

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta hálva millión krónur av til at gera bíðirúm til ferðafólk í Hesti

ES-parlamentið hevur samtykt nýggja áseting um pakkitilfar, sum skal minka um brúk av plastikki og økja endurnýtslu

Samlaði føðitíttleikin í Føroyum er fyri fyrstu ferð farin undir 2,0 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hann er nú 1,86 børn fyri hvørja kvinnu

Í Bangkok var hitin 39 stig í dag, sum følist sum 52 hitastig av høgu luftvætuni

Arktisk Kommando skrivar á Facebook, at kavbáturin ARPÃO skal liggja í Nuuk í nakrar dagar, áðrenn hann fer víðari norðureftir saman við vaktarskipinum Ejnar Mikkelsen

Ukrainskar dronur frá trygdartænastuni (SBU), hava í morgun framt álop í Smolensk. Talan er um oljugoymslur hjá Rosneft

Í hesum døgum skipar Javni fyri norðurlendskari ráðstevni fyri samstarvsfeløgum úr norðanlondum

- Flaggdagin 25. apríl 2024 steingja vit fleiri vegir í sambandi við flaggdagsrenning, framsýning av ellisakførum og hátíðarhald á Vaglinum

Í dag verður David Pecker avhoyrdur sum ávaraði advokatin hjá Trump, Michael Cohen, um at Stormy Daniels hevði ætlanir um at avdúka at hon hevði fjasast við Trump í 2006

Teir nógvu pengarnir, sum blivu tiknir í innbrotinum í Keypsamtøkuni í Klaksvík síðst í mars, eru ikki komnir afturíaftur, skrivar KVF

Í døgunum 21.-28. apríl er Mentanarvika í Runavíkar kommunu. Fleiri ferniseringar hava verið, og nógvar listasýningar eru at fara til komandi dagarnar

Lógaruppskotið hjá bretsku stjórnini um at senda asylsøkjarar til asylmóttøkur í Ruanda er nú samtykt í bretska parlamentinum

Pólland er tilreiðar at hava kjarnorkuvápn í varðveitslu, ynskir NATO tað, nú Russland herdubbar seg í Hvítarusslandi og Kaliningrad

Tað gongur skeivan veg við vektini hjá føroyingum. Nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at alt størri partur av fólkinum í Føroyum livir við yvirvekt, og í okkara parti av heiminum teljast vit nú millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv

Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu

- Allir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali, tóku við afturvali, og onki annað valevni varð í uppskoti

 

Talan er um eitt árligt fyribrigdi við ímillum 15 og 20 stjørnuskotum um tíman

Árligi aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum varð hildin á Hotel Hafnia í gjár

Ólátaði atburðurin verður settur í samband við eitt tiltak ímóti krígnum ímillum Ísrael og Hamas

Trý valevni bjóðaðu seg fram á aðalfundinum sum var í gjár

Góðtekur Senatið eisini pakkan eru 61 milliardir dollarar í krígshjálp ávegis til Ukraina

Ferðafólkini elska Kanariuoyggjarnar, men tann kærleikin gongur eftir øllum at døma ikki báðar vegir. Í dag hava verið stórar mótmælisgongur fyri at bremsa vøkstrinum í ferðavinnuni

Í dag er onki rutuflogfar hjá Atlantsflog til Billund. Eitt fólk er handtikið

Tað er ikki altíð at kommunan fær tað at vita, tá bygningar á leigaðari grund, mest á havnaøkinum, skifta eiga

160 nýggj djórasløg eru funnin í undirsjóvar fjallaryggi við stillahavsoynna Rapa Nui, skrivar videnskab.dk

Í gjár var battarí frá eini elsúkklu helst orsøkin til stóran eld í Keypmannahavn – og hetta var avgjørt ikki hendinga tilburður

SEV hevur bara ráð til at gera eina av teimum komandi fimm vindmyllulundunum, sum verða bjóðaðar út næstu fimm árini, sambært KVF

Ein maður setti eld á seg sjálvan við rættarbygningin har sum Donald Trump skuldi møta í sambandi við mál um mutur

- Í næstum kann væntast, at málið um 37 tíma arbeiðsviku kemur fyri aftur, og líkamikið hvat ið man meinar um tað málið, kemur tað at hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin. Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t

- Vegurin verður stongdur gerandisdagar klokkan 8-17 í sambandi við útskifting av glasplátum á løgtingsbygninginum

Í iranska ríkissjónvarpinum verður lítið gjørt burtur úr ísraelska álopinum í nátt

Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum leygardagin 20 apríl frá klokkan 14.30 til 16.30 í sambandi við MC-gudstænastu í Vágsbotni

Fleiri spreingingar hava verið at hoyrt í Isfahan landslutinum. Ísrael hevur ikki váttað tíðindini