Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í løtum og stakførum flytur friðurin úr mínum hjarta. Friðurin verður heimleysur, og eg gerist friðleysur. Neyðugt er at søkja fyrndargøtur og vitja halgidómin í bøn um fyrigeving syndanna. Tað fer vónandi enn einaferð at bragda við Guðs hjálp í Jesu navni

Tað ljóðar um geilar og stræti. Tað hoyrist sum makligt suð í samtalu millum fólk. Tað hoyrist sum málageipan, tá ið sinnið er nakrar strikur heitari enn miðal. Tað stendur sjónliga skrivað í orðum teirra lærdu og ritum teirra, ið røða um tilveruna, fólksins lív og umstøður

- Hugdi rannsakandi inneftir og úteftir og metti um støðuna í Føroyum. Eru vit frítikin fyri niðrandi eyðmerkingar, ljót orð og happing?

- Hóast vit eru signað við dugnaligum prestum, vóru tað kirkjutænararnir í Sjóvar kirkju, ið breyðføddu mína barnatrúgv. Andaliga føðin strekti væl til dagin og vikuna. Tá ið so prestur vitjaði, og altarborðið var búgvið, var av sonnum hátíð

- Møtti nýliga einum manni á alfaravegi. Hann tyktist hava yvirskot av orku, var glaður og vælnøgdur. Hann spurdi beint fram uttan nakað uttanumtos: Hvussu hevur biskupur tað?

- Kirkjur og kristnar samkomur hava sanniliga verið við til at bygt landið, tikið ábyrgd og lagt úr hondum góð avrik bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga

- Í miðeystri er kríggj millum Ísrael og Hamas. Støðan er ræðandi ómenniskjanslig. Sakleys menniskju verða dripin við tí ræðuleika, ið einans óndskapurin kann fremja í verki

- Mær tykir, at tann politiska skipanin skal raðfesta menniskjað og tað menniskjansliga fremst av øllum, tí lívið er lívið vert

- Friður á jørð verður valla so við bræði. Men, tað er eitt munagott framstig, um góður tokki er í menniskjum og millum menniskju

- Nær er eitt kríggj rættvíst? Nær hava vit út frá kristnum sjónarhorni rætt at byrja eitt kríggj? Nær hevur hevndin í nýggjari tíð gagnað menniskjum og mannaættini?

At vera leiddur til løkin við livandi vatni og drekka úr lívsins keldu. At fáa náðir at steðga á og rinda møðina, har hin ævigi friðurin valdar í fagnaði og góðtokka. Borin av Guðs anda og nomin av Kristi dýrd

Lívið lagar seg ymiskt, og mong eru menniskjans forløg. Lívið er eins og áin, sum við tíðini finnur sær rás. Hóast vit leggja ætlanir, kemur tilvildin stundum á gátt. Frávik verða frá lagdari ætlan

Hendan andaktin er ikki politisk søga ella landafrøðiligar niðurstøður. Ei heldur er talan um vísindaliga staðfesting. Andaktin vellir fram úr tí kristna barnalærdóminum og dvølur har. Ísrael er tað heilaga landið

- Øll, eisini syndarar, eru í Jesu navni vælkomin í kirkju. Kennir tú teg sum syndara, kanst tú við vissu vita, at har eg eri prestur, er í minsta lagi ein annar syndari undir sama taki

Ein sterkur setningur møtti mær í sálmi 116 í Gamla Testamenti eina bønaløtu í vikuni. Orðingin er beinleiðis, stutt og greið. Einki uttanumtos. Einki at blúgvast við. Einki við at seta ljósið undir skeppuna ella fjala høvdið í sandinum

- Vælsignað at eiga kristnar samkomur, ið leska tystar sálir við livandi vatni og geva Guðs Anda loyvi at virka

Nøkur menniskju standa okkum serliga nær. Tey eiga eitt sjálvsagt pláss í hjartanum. Tó, Jesu navn er fremri enn onnur, og tað ger nakað við okkum. Tilgongdin til lívið og dagsins gerning fellur lættari, tá ið Jesus nemur hjartað, hug og sál

Hin kristna trúgvin er ikki ein ókeypis ferðaseðil til eydnu og sælu. Lívið er størri enn menniskjan, og lívsins forløg liggja uttanfyri tað, ið menniskjan megnar

Vit fagna teimum rættindum, ið eyðkenna tilveruna í einum fólkaræðisliga skipaðum samfelagi. Vit kunnu úttala okkum um øll viðurskifti. Onkuntíð er tað enntá okkara plikt at siga frá. Fráboðanarskylda er eitt kent orð

- Fyri mær er lívið vakurt og dýrabart. Men samstundis er lívið ein stór avbjóðing

Vit kunnu taka ímóti gleðini ella vísa henni frá okkum. Vit kunnu ikki seta henni treytir, tí so hvørvur hon, áðrenn vit vita av

- Tað finnast einans vanlig fólk. Fólk eru ikki óvanlig, um tey onkursvegna víkja frá meginregluni við atliti at hugburði, lívsførslu ella samleika

Ver nøgdur við tað, ið tú hevur. Henda barnalærdómin fingu mong av okkum í vøggugávu heimanífrá. Tað var ein góður lærdómur, tí nøgdsemi elur vælveru og trivnað. Vælsignað er tað heim, har nøgdsemi er tónin innanveggja

- Fólk møtast, og kærleikin kemur av sær sjálvum. Talan er um eitt løgið fyribrigdi, tí kærleikin er har, áðrenn vit varnast. Vit verða nærmast tikin av bóli, og kenslurnar taka ræðið og stýra. Aloftast kemur tað skilvísa vitið haltandi aftaná

- Minnist vísar fróðarmenn og vitbornar kvinnur. Tey vóru ymisk av lyndi. Styrkin í røddini var ymisk, men høviskur málburður var eitt felags eyðkenni fyri tey

- Vit eru ikki meira verd enn onnur. Vit eru eins nógv verd sum hini. Og onnur hava sama mál av virði sum vit

Tað er uppbyggiligt at møta menniskjum, ið eftir mótburð og trega fingu tað gott. At koma víðari í lívinum og ikki hanga fastur í tí, ið miseydnast, er eins og at vera føddur av nýggjum. Eitt lív, har tað gamla, kenda og afturvendandi fær nýtt innihald

- Óndskapurin í 2023 er keðiligur og vandamikil at seta orð á. Vit kunnu ótilvitað døma fólk, tí veikleikarnir møguliga eru íbornir ella ein sosialur arvur

At greina eina avbjóðing ella sjúku er neyðugt, men niðurstøðan hevur mangan eina frástøðu til sjálvt menniskjað. Okkum tørvar meira enn uppskriftir til batar og góðsku. Okkum tørvar ítøkiliga handling í verki og heit hjørtu, ið útinna batan og eru hjástødd í løtum og døgum

- Hesin lesturin er ein andakt, ið einans merkir orð til umhugsunar. Talan er sostatt ikki um vísind. Mær tykir, at hetta nýggjara rákið valla gagnar børnunum, ið kunnu gerast fátæk børn hjá andaliga ríkum foreldrum

- Í gjár var vaktarskiftið á Bláa Krossi við almennari móttøku. Dakku Petersen legði frá sær sum aðalskrivari. Vit, ið kenna henda virkna mannin, vita, at hann er ein eldsál í kristnum og manngóðum arbeiði

- At vera trúgvandi er ikki einans føgur orð og uppbyggilig tala. Samanumtikið er tað lívið og levnaðurin, ið staðfesta virði av orðunum

- Kvinnur og menn í Harrans tænastu sáa tað góða orðið. Líknilsið um sáðmannin kann gera okkum vís og glað í tænastuni. Vit skulu sáa Guðs orð, ikki einans okkara egnu hugsan og meiningar

Sigrun Hammer, deknur í Havnar kirkju, er nú í ferð við at lesa 140 andaktir inn. - Eitt er í øllum førum týdningarmikið, tá eg skal lesa upp: At eg eri væl fyrireikað, sigur hon

Jørðin er ein vælsignaður staður fyri øll tey, ið hava tað gott. Tað er eingin sjálvfylgja, at tað gongst okkum væl. Tað er ein forrættur at búgva í einum landi, har samfelagið tekur broddin av neyð og fátækt, sjálvt um alt ikki er fullkomið

Tey vinarligu orðini skapa gleði, og gleðin føðir lívsmót. Tað góða byggir upp, og góðsligt sinni lívgar tilveruna. At verða møttur við einum opnum føvningi og væl móttikin, tað gevur sálini orku og styrkir lívsandan og hugin at liva

Fleiri føroyskar kirkjur stroyma á netinum tá okkurt er í kirkjuni eitt nú guðstænasta. Her kanst tú fylgja við í guðstænastuni í Vestmanna kirkju í dag, har Maria Summers Nolsøe, prestur, prædikar

- Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum, ið ynskja at vera heilag og liva eitt heilagt lív. Hvønn umboða vit, og til frama fyri hvønn liva vit okkara trúarlív?

- Leita innar í tína kirkju ella samkomu og kenn teg væl. Nógv av okkum, ið prædika hava sjónlig arr í hjarta, sál og sinni. Fortíðin er ikki einans fagur lesnaður

- Gleðin og vónin eru tveir góðir fylgisveinar á lívsleiðini. Seiggið í vónini er størri enn gleðin, tá ið hugsað verður um tað livandi og hugfarsliga

- Onkuntíð hava vit lyndi til at skammast við okkara kæru og goyma tey burtur, tí tey falla uttanfyri tað, ið mett verður normalt

Tvær tær seinastu vikurnar hevur Kapellið á LS verið umrøtt í miðlunum. Áhugavert at fólkið gevur hesum evni gætur. Tað er gott, at ljós verður varpað á viðkvom evni

Yvirskriftin setir orð á kenda vitan innan gudfrøði, átrúnað og heimspeki. Samfelagið er ikki ein kirkja við tí endamáli at prædika gleðiboðskapin um Jesus

- Kristus er miðdepilin í øllum okkara verki. Uttan hetta útgangsstøðið letur tað seg ikki gera at samstarva við onnur kristin ella annan átrúnað

- Hetta kvøldið í Løkshøll vórðu eisini nøkur evni umrødd, ið áður hava verið tabu, t.d. fosturtøka, samkynd og avbjóðingar fólksins í tíðini

Vit eru á ferð móti tí himmalska heimlandinum. Meðan vit dvølja í tí jarðiska tørvar okkum, ið trúgva á Jesus, orku

At eggja børnum til eitthvørt ávirkar nútíðina og framtíðina. Tilvitað at halda børnum frá hesum ella hasum ávirkar. Eru vit vaksnu ov ágangandi, kann úrslitið verða beint øvugt av tí, vit ætlaðu. Lykilin til eina fullkomna uppaling av børnum finst valla

Eingin orsøk er at undirmeta tær avbjóðingar, ið eru á lívsleiðini. Tá ið vit røða um lívið, mega vit vanda okkum um orðini og vera varin. Tað eru veruliga tey, ið stríðast. Saknur, sjúka, einsemi og annar bági kunnu gera umstøður lívsins torførar

Tað reka myrk skýggj inn yvir Evropa, tí veðrið háttar sær øðrvísi enn vanligt. Tey kønu tosa um veðurlagsbroytingar, at einki líkist sær sjálvum. Tær stóru áirnar torna upp, og dyrka lendi brennur av í hitanum. Onkustaðni fara skógirnar upp í royk

Uppalingin var einføld og líkatil. Tað var lagt niður í barnasinnið at vera høviskur. Tað var umráðandi at vera blídligur og týdligur. At fara væl við øðrum gagnaði øllum