Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nevndin í Mentanargrunninum hevur á fundi avgjørt at lata 40 umsøkjarum starvslønir í tilsamans 173 mánaðar.

Trý-ára starvslønin fer til myndlistakvinnuna Hansinu Iversen, meðan eitt-ára starvslønirnar fara til rithøvundarnar Vónbjørt Vang og Marjuna Syderbø Kjelnæs.

Harumframt hevur nevndin avgjørt at lata fimm listafólkum seks-mánaðar starvsløn. Tey eru Jóanes Nielsen, Carl Jóhan Jensen, Ingun Christensen, rithøvundar, og Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk og Sámal Blak, marglistafólk.

Harafturat eru 32 styttri starvslønir játtaðar, fýra av hesum eru til týðingar.

Inn komu tilsamans 128 umsóknir til starvslønir. Sammett við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum og myndlistafólkum.

Grunnurin hevur eisini heimild at lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta apandi listaarbeiði. Tað komu 17 umsóknir til íverksetan.

Tey, sum hava fingið stuðulin í ár, eru: Hanni Bjartalíð, myndlistafólk, Jensina Olsen, marglistafólk, Búi Roach, koreografur og Jóhannus á Rógvu Joensen, tónleikari og framleiðari.

Grunnurin fekk tilsamans 145 umsóknir, sum vóru á høgum góðskustigi, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum mongu vælkvalifiseraðu umsóknirnar.

Hesi fingu starvsløn í 2018
Jákup Sørensen 3 mánaðir
Solby Anna Christiansdóttir 2 mánaðir
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard 3 mánaðir
Jens Dam Ziska 3 mánaðir
Anja Tell 2 mánaðir
Anný Djurhuus 3 mánaðir
Kári Sverrison 2 mánaðir
Ingun Christensen 6 mánaðir
Carl Jóhan Weikert Jensen 6 mánaðir
Hans Tórgarð 2 mánaðir
Martin Christiansen 6 mánaðir
Jóanes Nielsen 6 mánaðir
Guðrið Poulsen 1 mánað
Marjun Syderbø Kjelnæs 12 mánaðir
Niclas Johannesen 3 mánaðir
Kristina Ougaard Sørensen 3 mánaðir
Knút Olsen 2 mánaðir
Rannvá Holm Mortensen 1 mánað
Hansina Iversen 3 ár
Heðin Ziska Davidsen 3 mánaðir
Rakel Helmsdal 3 mánaðir
Frants Jensen 1 mánað
Tóroddur Poulsen 3 mánaðir
Hans Jacob Kollslíð 2 mánaðir
Anna Sofía Jørgensen 3 mánaðir
Lena Nicolajsen 3 mánaðir
Janus á Húsagarði 3 mánaðir
Thomas Rubeksen 3 mánaðir
Mattias D. Kapnas 3 mánaðir
Tummas Jákup Thomsen 3 mánaðir
Maria Winther Olsen 3 mánaðir
Torfinnur Jákupsson 3 mánaðir
Vónbjørt Vang 12 mánaðir
Sámal Blak 6 mánaðir
Sakaris Stórá 3 mánaðir
Kim Simonsen 3 mánaðir
Bruno Mikael Eysturstein 3 mánaðir
Durita D. Andreassen 2 mánaðir
Sigrun Gunnarsdóttir 3 mánaðir
Dávur Djurhuus 3 mánaðir

Hesi fingu íverksetarastudning í 2018
Jóhannus á Rógvu Joensen kr 75.000
Hanni Julius Bjartalíð kr 75.000
Búi Rouch kr 75.000
Jensina Olsen kr 75.000

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo