Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Frøi á vágakvinnum, eftir at Margit Kwao hevur lagt 07 Vestur á odda ímóti FC Hoyvík - Mynd: www.FSF.fo

Frøi á vágakvinnum, eftir at Margit Kwao hevur lagt 07 Vestur á odda ímóti FC Hoyvík - Mynd: www.FSF.fo

Frøi á vágakvinnum, eftir at Margit Kwao hevur lagt 07 Vestur á odda ímóti FC Hoyvík - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Flaggdagin var innleiðandi umfarið í steypakappingini hjá kvinnum á skránni. Og við hvør sínum sigri, hava 07 Vestur og KÍ spælt seg víðari til fjórðingsfinalurnar.

Á Djúpumýru í Klaksvík tók greipuvinnararnir frá í fjør ímóti ÍF, sum spælir í næstbestu deildini. Og klaksvíkskvinnur lótu ongan iva vera um, at tær ætlaðu sær víðari í steypakappingini. Úrslitið gjørdist 12-0 til KÍ, sum var á odda við seks málum í steðginum.

Rannvá Biskopstø Andreasen skoraði fýra ferðir, Tóra Mohr skoraði tvær ferðir, meðan Eyðvør Klakstein, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Maria Johansen og Durita Hummeland gjørdu hvør sítt, og eitt var sjálvmál.

Í Hoyvík var eisini dystur millum lið úr bestu og næstbestu deildini. FC Hoyvík tók ímóti 07 Vestur, og eisini her gjørdist talan um ein sannførandi sigur. Vágakvinnur vunnu 6-0, eftir at tær vóru á odda 3-0 í hálvleikinum. Margit Kwao gjørdi trý mál, Lisa Haraldsen skoraði tvey, og Kristina Gásdal gjørdi eitt mál.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar sunnudagin 7. mai. Í Havn spæla HB og KÍ, í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti NSÍ, í Gøtu fær Víkingur vitjan av TB/FCS/Royn, og EBS/Skála tekur ímóti B36.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo