Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ferðamál

BirkBloggur: Spakuliga, nærum í vektloysi, yrkir Haldur Suni og fer í ringrás í kaféini. Helst er tað ein góð og ávarandi fyrireiking, fert tú til New York. At meditera teg fram til eitt vektloysi, so tú ikki verður tikin av fótum í øllum glintandi meldrinum, the beautiful noise comin’ up from the street. Men heldur ikki villist í markleysa milliónabýnum, sum ikki unnir sær blund. Myndin er tikin í Summit One Vanderbilt, sum við 73 hæddum er hægsti skýskravarin í býnum, dygst við Empire State Building og tokstøðina, Grand Central, har The Untoucables hjá Brian de Palma rippaðu senuna við barnavogninum úr russiska Odessa filminum hjá Eisenstein. Montasja er alt, sigur hann. At seta ein sekvens móti einum øðrum. Tað er tað, sum skapar søgur. Mótsetningar settir saman. A beautiful noise / comin’ into my room / and it’s beggin’ for me / just to give it a tune. 

Les meira her + myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo