Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways: Stuðulsskipanin hjá Atlantic Airways, ið varð sett á stovn í 2016, fer nú aftur at lata peningaligan stuðul til eitt eitt ella fleiri listafólk og/ella listaverkætlanir. Enn eins og áður eru tað 100.000 krónur, ið skulu latast.

Listaflog verður latið til listafólki, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

Upprunin til Listaflog stavar frá 2016, tá ið Atlantic Airways í 2016 gav flotanum nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum. Hetta er fimta ferðin, Listaflogstuðulin skal latast. Orsakað av koronu varð ongin stuðul latin í 2020 og 2021.

Ein trímannanevnd ger av, hvør fær stuðulin. Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Armgarð Weihe, umboð fyri Almanna- og mentamálaráðið og Annika Larsen Black, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, sita í nevndini.

Listaflog er áður latið Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen (2017), Heiðriki á Heygum (2018), Sunleif Rasmussen, Gretu Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019) og Kristinu Thede Johansen (2022).

Evsta mark at søkja um stuðul er á midnátt sunnukvøldið 12. mars 2023.

Á 35 ára føðingardegnum hjá Atlantic Airways, sum er tann 28. mars 2023, verður kunngjørt, hvør fær Listaflogstuðulin í ár.

Les um Listaflog og tak niður umsóknarblaðið á atlantic.fo/studul

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo