Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Borðtennissambandið: Annað umfar í Grand Prix-kappingini í borðtennis varð spælt í høllini á Hálsi í dag, har 28 leikarar úr feløgunum Tór úr Havn og TBF av Tvøroyri luttóku. Kappast varð í bólkum býttir upp eftir styrki og úrslitum í undanfarnum kappingum. Tilsamans vóru fimm bólkar í dag - tveir A-bólkar og ein B-, C- og D-bólkur.

Í A-bólkinum var stóra søgan tann einans 11 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini úr borðtennnisfelagnum Tór í Havn. Hann hevði á fyrsta sinni spælt seg upp í A-bólkin, og hann er tann yngsti, sum nakrantíð hevur luttikið í A-bólkinum síðani farið varð undir Grand Prix-kappingarnar fyri 25 árum síðani.

Hetta var ikki nóg mikið fyri unga mannin. Hann vildi enn meiri, og hann gjørdi ikki mætari enn at blíva nummar tvey av teimum níggju leikarunum í A-bólkinum í dag. Í bólkaspælinum vann hann á eitt nú pápa sínum, Teiti Haraldsen Albinus, tí roynda Vagni Kjærbech Nolsøe og fyrrvrandi A-landsliðsleikaranum, Sveini Mortensen Nolsøe.

Í hálvfinaluni vann hann 3-1 á núverandi A-landsliðsleikaraunum, Ára Fríðasyni Jensen, men í finaluni var hann prísgivin ímóti fyrrverandi føroyameistaranum, Halli Thorsteinsson. Hallur, sum nýliga er komin aftur til Føroya, vann kappingina í sannførandi stíli. Hann tapti ikki eitt einasta sett í dag.

Í B-bólkinum stóð á jøvnum ímillum Poul Knút Poulsen, Elsu Kathrinu Gisladóttir og Jákup Debess, so her mátti teljast settmunur fyri at avgera, hvørji tvey skuldu vera fremst. Her høvdu Poul Knút Poulsen og Elsa Kathrina Gisladóttir besta settmunin, og tey flyta tískil upp í A-bólkin.

C-bólkin vann vestmenningurin, Suni á Lava, sum flytur upp í B-bólkin saman við Tór-liðfelaganum, Rasmusi Johannesen, sum bleiv nummar tvey. Í D-bólkinum vóru Filip Restorff úr Tór og Geiri P. Augustinussen úr TBF bestir, og flyta teir báðir nú upp í C-bólkin.

Næsta Grand Prix-kapping verður 13. januar í høllini á Hálsi í Havn. Myndasavn frá dagsins kapping sæst annars á heimasíðuni hjá Borðtennissambandi Føroya, www.btsf.fo.

Bólkur A
1. Hallur Thorsteinsson (Tór)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór)
4. Peter Hentze Nicasen (Tór)
5. Anja Wongwai (TBF)
6. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
7. Ólavur Hammer (Tór)
8. Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór)
9. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)

Bólkur B

1. Poul Knút Poulsen (TBF)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo