Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kristiliga Tíðindatænastan: Gla'vox er eitt norskt kristiligt barnakór, sum varð stovnað í 1990 í samkomuni Gulset í Skien í Noregi. Kórleiðari er norðmaðurin Odd Jakobsen, sum hevur verið leiðari av kórinum øll árini. Børnini og ungdómurin í kórinum eru í aldrinum 9 – 13 ár, og kórið telur millum 30 og 40 sangarar.

Aldursútskiftingin hevur sjálvsagt verið nógv, og síðani kórið byrjaði fyri 26 árum síðani eru tað fleiri hundrað børn og ungdómar, sum eru farin ígjøgnum kórið, og fleiri av hesum eru seinni vorðin kend í sanghøpi.

Gla'vox barnakórið hevur ferðast nógv bæði í Noregi og uttanlands. Í Noregi hevur kórið vitjað í øllum landspørtunum í Noregi, og er eitt sera væl umtókt kór um alt Noreg, og ikki minst í heimbýnum Skien, har  tað verður sagt, at kórið hevur havt stóran menningartýdning fyri býin. 

14 ÁR
Í 2002 vitjaði Gla´vox barnakórið í Føroyum á fyrsta sinni. Tá hevði kórið konsert í Ítróttarhøllini í Runavík saman við 13 føroyskum barnakórum, og til samans taldi kórið tá umleið 350 røddir. Tað vóru Anita og Oddmar Tausen á Toftum, sum skipaðu vitjanina fyri 14 árum síðani.  

Nú 14 ár eru liðin, síðani kórið vitjaði seinast, so hava einaferð enn hjúnini Anita og Oddmar Tausen bjóðað barna- og ungdómskórinum Gla´vox á konsertvitjan í Føroyum. Konsertirnar verða í Christianskirkjuni í Klaksvík og í Nebo á Toftum. Á Føroyavitjanini kemur kórið at telja 22 røddir, men trý føroysk barnakór eru boðin at syngja við á konsertunum. Føroysku kórini koma ávíkavist úr Missiónshúsinum á Strondum, Libanon í Sørvági, Nebo á Toftum, og børn og ung úr Ebenezer eru eisini við. 

Gla'vox merkir glaðar røddir, og Anita og Oddmar siga í tíðindaskrivi, “at børnini elska at syngja, og at tað er ein frøi fyri oyra. Sangirnir tey syngja eru glaðir og lívligir sangir, við einum sera góðum boðskapi!” verður sagt í tíðindaskrivinum.

Konsertirnar eru komandi vikuskifti:

Leygarkvøldið 24. september kl.18.00 í Chrstianskirkjuni í Klaksvík

Sunnudagin 25. september kl.16.00 í Nebo á Toftum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo