Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: 27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár. Av teimum fáa 23 verkætlanir stuðul. Stuðulsjáttanin er 1,1 mió kr.

Flestu av verkætlanunum snúgva seg um umvæling, dagføring og viðlíkahald av bygningum og øðrum á útoyggj. Harumframt eru eisini verkætlanir sum umfata mál og mentan og annað.

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veita stuðul. Umsøkjarar skulu greiða frá endamálinum við verkætlanini, fíggjarætlan og hvussu hon verður framd. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Stuðulsupphæddirnar í ár eru úr 10.000 kr. upp í 300.000 kr.

Yvirlit yvir játtaðar verkætlanir sæst niðanfyri.

Verkætlan/Stuðulsupphædd

Útoyggjafelagið 300.000

Bakkahjallur í Hattarvík 60.000

Umvæling av neysti niðri á bakka í Hattarvík – framhald 25.000

Pakkhúsið, Listabýlið, Atelier og Filmsverkstaður í Hattarvík – framhald 40.000

KERLON – byggja tvey neyst uppaftur í Hattarvík – framhald 25.000

Umvæling av hoyggjhúsi í Fugloy 20.000

Vakstrarhús til grønmetisframleiðslu í Hattarvík 16.000

Vakstrarhús til framleiðslu á Kirkju – framhald 25.000

Umvæling og viðlíkahald av úthúsum sum hoyggjhúsi, fjósi, seyðahúsi og súrhoyggjabrunni á Kirkju – framhald 10.000

Verkætlanin Multi-høli á Kirkju 50.000

Umvæling av roykstovuvegginum í Mittúni á Kirkju 20.000

Sláturhølið í Svínoy – framhald 25.000

Tróndarstova, orku- og aquaphonics vakstrarhús í Svínoy – framhald 50.000

Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy – framhald 20.000

Felagið Bjarnafossur, bátasavn og bygdahús í Svínoy – framhald 40.000

Umvæling av 90 ára gamla útisvimjihylinum í Svínoy 75.000

Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy 50.000

Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K – framhald 60.000

Felagið staðarnøvn 22.000

Felagshús til Skúvoyar Fornminnisfelag 80.000

“Mini” Closed for Maintenance í Skúvoy 21.000

Málskeið í enskum til ferðaleiðarar í Skúvoy 16.000

Útbúnaður og dagføringar í Framleiðsluhúsinum í Dímun 50.000

Tilsamans játtað 1.100.000

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo