Hagstovan: Løntakararnir vóru 27.500 í juni. Tað eru knappliga 1.000 fleiri enn í juni í fjør.
Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at hóast tað framvegis leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt.
Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp.
Niðasta myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í juni vóru um 14.100 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum.
Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum minkar spakuliga, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar tí nú aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo