Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hondbóltssambandið: Nú í vikuskiftinum dagarnar 13. – 15. januar spælir føroyska A-landsliðið við monnum EM-undankappingardystir á heimavølli í høllini á Hálsi. Hetta er fyrsta av tveimum undankappingarumførum.

Sekstan leikarar skulu við, men av tí at vit hava nakrar skaðar og ivasamar leikarar, hava venjararnir fyribils tikið hesar átjan leikararnar út.

Lars Larsen Black, ÍF Føroyar
Ári Egason Dam, H71
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Rókur Akralíð, ÍF Føroyar
Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Tony Hammer Weyhe, KÍF
Bogi Gaard Davidsen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Allan Norðberg, StÍF
Andrias Eriksen, VÍF
Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne
Julian Olsen, VÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rói Lamhauge, VÍF
Fríði Hammer Weyhe, KÍF

Føroyar eru í bólki A saman við Grikkalandi og Kýpros. Grikkaland er styrkismett ovast, Kýpros næst og Føroyar niðast. Dystarskráin er hendan

Fríggjadagin 13. jan
Kl. 20.00    Kýpros - Føroyar       

Leygardagin 14. jan
Kl. 18.00    Grikkaland - Kýpros       

Sunnudagin 15. jan
Kl. 16.00    Føroyar - Grikkaland       

Vinnandi liðið spælir seg víðari í endaligu undankappingina til EM 2020, sum verður spælt í Noreg, Svøríki og Eysturríki í januar 2020.

Venjarar hjá liðnum eru Kári Nielsen, Birgir Hansen og Bogi Henriksen. Jákup Durhuus er liðleiðari og Beinta Bendix Laursen fysioterapeut.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo