Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

- Málið er altíð at vinna FM. Men gull í kappingini um Løgmanssteypið, og heiðurin at hava skorað ársins mál í landskappingini má sigast at vera góðtikið, serliga tá hugsað verður um, at vit ikki megnaðu at endurvinna meistaraheitið.

Soleiðis sigur Adrian Justinussen við heimasíðuna hjá FSF, beint eftir at hann er kunnaður um, at hann hevur skorað ársins mál 2019, og í stuttum skal seta orð á farna kappingarár.

Seinastu vikurnar hava fótbóltsfjepparar havt møguleikan at atkvøða um, hvat mál var tað besta í 2019, skorað í Betri Deildini hjá monnum. Umleið 2.100 atkvøður vórðu avgreiddar, og harafturat koma atkvøðurnar hjá “serfrøðingabólkinum”, sum er mannaður við umboðan fyri føroysku fjølmiðlarnar og landsliðsvenjarar.

Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá “serfrøðingabólkinum” telja hini 50 prosentini.

Endaliga samanteljingin hevur nú verið, og nú er greitt, at Adrian Rúnason Justinussen úr HB skoraði Ársins Mál 2019 í Betri Deildini hjá monnum. Málið skoraði Adrian í 21. umfari, tá HB var á vitjan í Klaksvík.

Men kappingin var ógvuliga tøtt millum nummar 1, 2 og 3. Adrian Justinussen fekk 20,5 prosent av atkvøðunum, meðan Jóannes Bjartalíð og Dan í Soylu, ið vórðu nummar 2 og 3, fingu ávikavist 19,9 og 19,2 prosent av samlaðu atkvøðunum.

Fyri heiðurin fær Adrian Justinusen eina minnisplátu við áskriftini “Ársins Mál 2019 í Betri Deildini”, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO.

Málini, ið vóru tilnevnd til Ársins mál 2019, síggjast niðanfyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo