Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Lægreglan: Ein 52 ára gomul kvinna og ein 25 ára gamal maður eru í dag dømd 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hassji til Føroya.

Eitt mál um smugling av hassj til Føroya er viðgjørt í Føroya Rætti í dag. Tað var ein samdur dómsmansrættur, sum dømdi eina kvinnu og ein mann 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hassji til Føroya í januar í ár.

Fólkini, sum komu til Føroya við Norrønu í januar í ár, vóru steðgaði av tollvaldinum við komu. Kanningar vístu skjótt, at bilurin, sum fólkini ferðaðust í, var serliga tilgjørdur til smugling. Í tveimum loyniligum rúmum millum dúrkið og botnin í bilinum fann politiið stóru nøgdina av hassji.

Fólkini, sum hava verið varðhaldsfongslað, síðani tey komu til Føroya, játtaðu seg lutvíst sek í Føroya Rætti, men greiddu frá, at tey ikki vistu, at talan var um eina so stóra nøgd av hassji, sum var í bilinum.

Hóast hesa frágreiðing frá teimum ákærdu, dømdi ein samdur dómsmansrættur bæði fólkini fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hassji til Føroya. Fólkini vóru hvør sær dømd 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Umframt hassj, var eisini bilurin, sum hassji var smuglað í, konfiskeraður.

Fólkini bóðu um umhugsunartíð og hava nú - eins og ákæruvaldið - 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast til Eystara Landsrætt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo