Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðu valevni og komandi kommunustýrislimir!

Sinnisbati vil við hesari áheitan, nú val verður í morgin, heita á tykkum, um at hava limir og málbólk okkara í huga, tá tit fara til samráðingarborðið.  

Undir slagorðinum “Vel meg - tí eitt menniskja eri eg”, ynskir Sinnisbati at bera fram nøkur hjartamál, sum vit heita á tykkum, um at taka við í tykkara arbeiði viðari.

Endamálið er at vísa á, at vit mugu leggja størri dent á menniskjasligu virðini, og tað sum hevur týdning fyri samlaða trivnaðin í kommunum og í samfelagnum sum heild. Vit eru øll meira enn parkeringsviðuskifti, tunnlar, ruskskiljiskipanir og vegir. Hóast landið hevur ábyrgd av psykiatriska økinum og meginpartin av almennu tænastunum, eru har nógv øki, har landsins kommunur kunnu verða við at bøta um korini hjá borgarum teirra. Vit vóna at komandi kommunustýrislimir vilja taka atlit til sálarheilsu og arbeiða sálarheilsufremjandi í politisku arbeiðnum, sum stendur fyri framman.

Sinnisbati ber fram fylgjandi tilmæli:

Fyribyrging og kunning:
Eitt av aðalmálunum hjá Sinnisbata er, at meira kunning og opinleiki kemur kring lívið við sálarsjúku og tað at vera avvarðandi. Ein týðandi partur í hesum arbeiðinum er, at meira kunning og opinleika finst á kommununalum stovnum og í skúlunum, og verður ein partur av vanligu tilgongdini í menning av starvsfólkum á dagstovnaøkinum. Har skal leggjast størri dentur á, hvussu vit møta børnum, sum eru avvarðandi at foreldrum, ella systkum við sálarsjúku, og har skal setast meira inn fyri at fyribyrgja, at børn og ung stríðast sálarliga.

Hetta kann røkkjast við meira undirvísing og kunning í samskiftinum um sálarsjúkur við børnum, fyri starvsfólkum og skeiðum í sálarligari fyrstuhjálp. Umframt tað má vera lættari atgongd til supervisión fyri starvsfólkum og sálarfrøðiligari ráðgeving/viðgerð fyri familjum, børnum og ungum á dagstovnum, forskúlum, frítíðarskúlum, ungdómsklubbum og á skúlaøkinum sum heild, har ein serligur tørv verður mettur at vera til staðar.

Meira samstarv:
Alneyðugt er við meira samstarv millum stovnar, feløg, myndugleikar, kommunur og landsmyndugleikar. Í løtuni eru fleiri dømir, har borgarar, sum hava avbjóðingar, kenna seg kroyst millum fleiri skipanir. Eisini uppliva fleiri, at tað er torført at fáa greiði á, hvar vit kunnu fáa røttu hjálpina, um okkum tørvar hana.

Sinnisbati hevur fyrr borið fram, at ynskiligt er við einum fysiskum ráðgevingartilboði, sum kann lofta teimum ungu, sum ikki eru nóg sjúk til at fáa viðgerð, men av einari ella aðrari orsøk stríðast. Fyri at hjálpa hesum bólkum og fyribyrgja, at støðan hjá teimum versnar, metir Sinnisbati, at tey skulu hava eitt stað at venda sær; serliga ung, sum ikki eru partur av øðrum skipanum - tey ungu, sum eru í eini grásonu.

Tað er ikki í lagi, at føroyskur ungdómur verður illa fyri, áðrenn tey kunnu fáa nakra hjálp. Sinnisbati heldur, at eitt føroyskt tillagað ráðgevingartilboð líknandi Headspace kundi verið rætta loysnin. Headspace er eitt tilboð, kent úr Danmark, bygt á eitt átak av australskum uppruna. Headspace veitir ókeypis ráðgeving til børn og ung í aldrinum 12-25 ár. Grundsjónarmiðið er, at eingir trupulleikar eru ov stórir ella ov smáir - her kann prátast um alt frá sjálvsvirði, hjartasorg, angist, skúla og útbúgving. Tað er út frá fortreytunum hjá børnunum og teimum ungu, og tey kunnu eisini vera púra dulnevnd og koma beint inn av gøtuni.

Royndirnar við Headspace í Danmark eru góðar, og av norðurlendska vælferðarmiðdeplinum er tað kosið sum Best Practice innan økið í 2016. Harafturat vísa kanningar, at Headspace heldur teimum ungu í útbúgving, fyribyrgir at sálarstøðan versnar, og sparir tí samfelagnum fyri útreiðslur í sambandi við lækna, sálarfrøðing, innleggingar og útmeldingar frá útbúgvingum.

Eitt slíkt tilboð kundi virka sum samskipandi eind millum myndugleikum, stovnar og geirum, sum veita tænastur og stuðul. Á tann hátt verður tað lættari hjá teimum ungu at fáa røttu hjálpina beinanvegin.

Eldri og sálarsjúka:
Tað hevur týdning, at tað á eldraøkinum er pláss fyri øllum eldru - eisini teimum við sálarligum sjúkum og avbjóðingum. Tí skulu pláss og røktarmøguleikar vera til taks á eldraheimum, eldasambýlum og røktarheimum fyri hesum borgarum.

Hóast landsmyndugleikar eiga ein týdandi part av hesum, er tað alneyðugt at kommunur samstarva við landsmyndugleikarnar um at vísa størri ábyrd, og arbeiða saman um at tryggja størri rúmd og menning av gerontopsykiatri í Føroyum. Har skal vera pláss fyri øllum eldru á eldraøkinum, eisini teimum, sum liva við einari psykiatriska diagnosu. Tí er neyðugt við størri raðfesting av hesum á eldraøkinum.

Vil vilja enn einaferð heita á komandi kommunustýrislimir í kommunum kring landið, at taka hesi tilmæli til tykkum og gera enn meira við sálarheilsu og sálarheilsuframa í kommunalpolitikki borgaran til gangs.

Sinnisbati

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo