Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samband við kunnandi fundin sum “Grannalív” hevði við Tórshavnar Býráð og umsitingina, tann 20.07.2022, bleiv upplýst, at um “Grannalív” ella onnur ynsktu at fáa longda hoyringsfreistina fyri eitt uppskot um broytingar av byggisamtyktunum hjá kommununi, so kundi felagið “Grannalív” senda eina umsókn um hetta inn til kommununa, og so skuldi borgarstjórin og umsitingin nokk taka sær av hesum.

Í løtuni er hesar broytingar av byggisamtyktunum í Miðbýnum, til hoyringar:

  1. Broyting í ásetingunum um nýtslustigi fyri 1. og 2. grundumráði, hoyringsfreist tann 22.08.2022.

  2. Serstøk byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku, hoyringsfreist upprunaliga 25.08.2022, broytt til tann 25.09.2022.

  3. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri miðbýarkjarnuna, hoyringsfreist tann 22.08.2022.

  4. Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Dr. Jacobsensgøtu og Sverrisgøtu, hoyringsfreist tann 23.08.2022.

Tann 21. juli sendi “Grannalív” eina umsókn til býráðið og umsitingina um at broyta hoyringsfreistina fyri nr. 1 og 2 á omanfyri standandi lista. Um býráðið ella umsitingin hevur viðgjørt hesa umsókn vita vit ikki enn, tí vit fingu einki svar, bert tað, at nakrar dagar seinni sóu vit, at hoyringsfreistin fyri nr. 2 á omanfyri lista var broytt til 25.09.2022. Hetta halda vit sjálvandi ikki vera nøktandi, tí vit roknaðu sjálvandi við at fáa eitt aftursvar við einari grundgeving fyri, hví bert tann eina hoyringsfreistin bleiv longd.

Eftir at hava sett okkum nakað meira inn í hinar broytingar av byggisamtyktunum í miðbýnum, sendu vit enn eina áheitan, til býráðið og umsitingina tann 14.08.2022, um at bera so í bandi, at allar hesar broytingar fáa somu hoyringsfreist sum nr. 2 bleiv broytt til, sum er 25.09.2022. Grundin til hetta er, at vit meta at hesar broytingar eru sera stórar og víttfevndar fyri okkara enn so deiliga miðbý, og meta vit at hesar broytingar hanga saman.

Tískil vil “Grannalív” við hesum skrivi senda eina staðiliga áheitan á Býráðið og umsitingina um at bera so í bandi at:

  1. Ein staðbundin nevnd fyri miðbýarøkið verður sett og hoyrd, tá ið broytingar verða gjørdar í økinum.

  2. Býráðið og umsitingin skal skipa fyri borgarafundum, so at borgararnir í økinum føla seg hoyrdar.

  3. Broyta hoyringsfreistina á øllum byggisamtyktunum á omanfyristandandi lista til 25.09.2022.

Vinarliga

Felagið “Grannalív
Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo