Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í dag skipar Bakkafrost fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið M/S Martin kemur á Glyvrar.

Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, tónleiki og møguleika at vitja umborð á skipinum.

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 14:00         Nes Sóknar Hornorkestur spælir

Kl. 14:10         Regin Jacobsen, stjóri, bjóðar vælkomin

Kl. 14:15         Poul Michelsen, landsstýrismaður, heldur røðu

Kl. 14:25         Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu

Kl. 14:35         Terje Vestergaard syngur sangin “Sum áarstreymur”

Kl. 14:40         Nes Sóknar Hornorkestur spælir tjóðsangin

Kl. 14:45         Opið skip umborð á M/S Martin

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja umborð á M/S Martin aftaná móttøkuna á bryggjuni á Glyvrum, boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo