Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin bjóða Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya til sera viðkomandi almennan fyrilestur um ein trupulleika, sum rakar ov mong fólk við diabetes.

Diabetes-strongd ella diabetes-distress rakar sera mong, sum hava kroniska diabetessjúku. Tí seta Diabetesfelagið og Steno Miðstøð Føroya hetta evnið á breddan á almennum fyrilestri í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum hósdagin tann 27. apríl klokkan 19:30.

Fyrilesturin heldur Ingrid Willaing Tapager, sum er virdur professari og granskingarleiðari á Steno Diebetes Center í Keypmannahavn.

Ingrid kallar sín fyrilestur “Gerandisdagurin við diabetes: Stúran, ørkymlan og kensluligir trupulleikar eru mangan partur av lívinum við diabetes – hvat vita vit um tað, og hvat kann gerast við tað?”.

Møtið fjølment, øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo